Í morgin er ein vika síðan samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaðu, og fakfelagið setti í verk fyrstu tiltøkini í verkfallinum. Sum landið liggur í løtuni, so er lítið, ið bendir á, at verkfallið endar í nærmastu framtíð.
Eftir at bæði Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hava givið sjúkrarøktarfrøðingunum alla ábyrgdina fyri, at samráðingarnar ikki bóru á mál, svarar fakfelagið nú á síni heimasíðu.
- Bæði Kristina Háfoss og stjórin á lønardeildini, Jan Mortensen, halda fast í, at karmurin hjá Starvsmannafelagnum er ófrávíkiligur. Samstundis sigur fíggjarmálaráðharrin frá tingsins røðarapalli, at tey hava víst vilja at flyta seg. Hetta er ein andsøgn - antin vilt tú flyta teg, ella heldur tú fast í karminum, skrivar fakfelagið og leggur afturat.
- Støðan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er púra greið. Sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina munandi lægri løn enn aðrir bólkar á sama útbúgvingarstøðið og við somu ábyrgd. Hetta má broytast, um vit skulu tryggja okkum, at okkara limir ikki velja føroyska heilsuverkið frá.
- Hetta, sum Kristina Háfoss kallar eitt óvanligt krav, er einans eitt ynski um somu løn, sum onnur. Eingin orsøk er til, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki verða javnsettir við onnur.
Fakfelagið góðtekur heldur ikki útleggingina hjá Kristinu Háfoss og Jan Mortensen, at tað eru tær, ið ikki vilja flyta seg í samráðingunum. Heldur er tað Fíggjarmálaráðið, ið ikki førir veruligar samráðingar.
- Ferð eftir ferð siga Kristina Háfoss og Jan Mortensen, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vil flyta seg í samráðingunum. Men veruleikin er tann, at vit als ikki hava samráðst, tí Fíggjarmálaráðið noktar at samráðast um fíggjarliga karmin, skrivar felagið og endar við eini áheitan á mótpartin.
- Ístaðin fyri orðadrátt og treiskni, átti Fíggjarmálaráðið at tikið samráðingarnar í álvara, so søguligi skeivleikin kann verða rættaður.