gamli Eyvindur: - Ja, hatta er Norðradalur, við eitt sidur av Beethoven afturvið. Myndin hugtekur og Eyvindur greiðir frá, at hann altíð hevur tónleik aftur við, tá hann málar. Serliga er tað Beethoven, ið [...] um. Øll hava hugin at skapa - Kanska kundi hann, Beethoven, sagt, hov, hov, hatta er galið. Og tað viðgangi eg mangan, at alt er ikki, sum tað skuldi verið. Men øll menniskju hava talent, hugin til at skapa [...] við teirra serliga stevi trína dansin, meðan hólmurin og Beinisvør síggjast í baksýni. Og rætt er. Tað er, sum hevur Eyvindur veruliga fangað rútmu og rørslu, so ein næstan fær hug at fara uppí ringin
at gera okkum greitt áðrenn, hvat tað er fyri skip, vit vilja hava. Tí verður eisini arbbeitt við einkultlutum. Jú betri fyrireikingararbeiðið er gjørt, betri er eisini møguleikarnir fyri, at verkætlanin [...] dent á fyrireikingararbeiðið. Høvdu handlað øðrvísi Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju heldur, tað verða ein sindur løgin mannagongd, sum er farin fram í samband við at gera útbjóðingararbeiðið [...] góðu eitt tilboð. Aftaná fingu vit at vita, at hetta arbeiðið var farið í norskar hendur, sigur Poul. Poul heldur, at teir høvdu handlað nakað øðrvísi, um teir høvdu vitað hetta áðrenn. Hann heldur eisini
liggur. Tað mest umráðandi er, at tað er ein útgerðarstøð, sum øll oljufeløgini kunnu brúka og sum kann veita tær tænastur, ið tørvur verður á. Vit spurdu Tor Lund, um tað er ov tíðliga longu nú at skula [...] vera? -Tað er eisini nakað, sum føroyskir politikarar mugu finna út av. Tí tað eru jú teir, sum hava eftirlit við tímaætlanini, tvs. hvat og nær nakað skal henda. Hann leggur tó aftrat, at tað er góð tíð [...] , at tað er ikki neyðugt at leita eftir nýggjum oljukeldum, tí tær verandi keldurnar goyma nóg mikið av olju til at nøkta tørvin? -Tað finnast stórar eykagoymslur sum er. Men framleiðslan er eisini stór
sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. Hann er ikki við í lítla ferðalagnum, men hann fer at hava telefoniskt samband við Jógvan Páll Lassen, sum saman við Poul Michelsen er ferðaleiðari. Umframt teir báðar og [...] við ferðini er mest spennandi fótbóltsuppgávan, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur havt møguleika at loysa. Ongantíð áður í seks ára gomlu europeisku søguni hjá føroyskum liðfótbólti er tað komið fyri [...] fyri, at eitt føroyskt felag er farið av landinum til seinna Europa Cup dystin við einari so góðari útgangsstøðu, sum HB hevur við til Finnlands. ? Hetta er sera spennandi. Eg skal selja pylsur fyri HB
Hetta er løtan, ið vit fimm í orðabókarritsjtórnini leingi hava stundað á, og nú er hon um síðir upprunnin. Tað er við inniligari frøi og takklæti, men heldur ikki sørt við bivan, at vit heilsa útgávudegnum [...] fer at roynast góð hjálp eina tíð fram. Henda orðabókin er frálík hinum eldru í tí, at hon er sonevnd móðurmálsorðabók ella einmálsorðabók. Tað er so at skilja, at orðalýsingar eru allar á føroyskum máli [...] mong hava sýnt, tí tørvurin er sum vera man stórur á orðabók, ið hevur at goyma tað nógva av tí orðfeingi, ið nýggj tíð hevur í viðføri, umframt meginpartin av orðaarvinum. Tað er eisini ov langt síðan, at
Tað er at fegnast um, at sera nógv er fyri børnini: Fótbóltskapping og Hond-bóltskapping er fríggjadagin. Rennikapping fyri børn og brandbilar koyra runt í býnum við børnum leygardagin. Eisini er talvkapping [...] Grøn konsert? í sera hugnaligum umhvørvi. Ikki er at gloyma tað so sera hugnaliga kaffiborðið, sum verður eftir Nólsoyar Páls gøtu leygarmorgunin kl 10. Jú, Klaksvíkingar, Norðoyingar, Føroyingar annars [...] Jacobsen heldur fyrilesturin vinnulívsmøguleikar í Russlandi. Dagin eftir heldur kendi politikarin Poul Schlüter fyrilestur um evnið ?EU - serliga við atliti til Føroyar? Ein ikki minni áhugaverdur fyrilestur
aðinum, at hækka tingmannalønirnar nú? ? Hatta er tað vanliga, hvørja ferð hetta málið er frammi, eru tað summi sum gera so so ?skinhellig? og siga, at tað er ikki teir, sum koma við hesum, tað eru hinir [...] iði er ein funktión, sum hevur sera stóran týdning fyri okkara samfelag. ?Vit skulu minnast til, at løgtingið lóggevur fyri hvørjum mannabarni í Føroyum frá áðrenn tað er føtt til eftir at tað er farið [...] in er komin í gildi. ?Teir hava ov nógv av øðrum at gera afturat tingarbeiðnum. ?Eg haldi eisini, at tað sæst aftur á dygdini á tingarbeiðnum, tí hon er ov vánalig. Jógvan I. Olsen sigur, at tað er týðiligt
mestu umrøðuna, er sjálvstýrismálið. Og eg vil tí siga, at tað er sera umráðandi, at samgongan og landsstyrið og serliga landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum nú telva rætt. Støðan er jú tann, at allir [...] áhugavert er at síggja, at lønargjaldingarnar í fiskivøruídnaðinum er vaksnar 11% eftir at hava fallið í fjør. Men framvegis verður nógvur fiskur útfluttur óvirkaður, hóast fyrsti ársfjórðingur er nakað minni [...] Føroya Banka. Vert er at geva gætur, at orsøkin til bankans góða úrslit er afturføring av ov stórari avseting, sum bankin gjørdi í 1993, og at hesin peningur var læntur peningur. V.ø.o. er høvuðsparturin av
van Gogh. Hann seldi einki. ? Tá danskur ráðharri sigur hatta í 1997, so kann tað takast sum staðfesting av, at hatta er almenn áskoðan. Bara tað er nóg góð grundgeving hjá mær, fyri at spæla leikin, sigur [...] týdningi, sigur Hans Tórgarð. Fleiri persónar ? Tað er trupult at spæla fleiri persónar. Tá er lættast at tosa í fleiri ættir, ávísar ættir, tí tað er lætt at ørkymla áskoðaran. Eg legði til merkis, at [...] ein einsamallur eigur allar replikkirnar, orðini? ? Tað er kanska onkutíð, at ein ikki heldur seg orðarætt til tekstin. Men tað týdningarmesta er at minnast til, hvat leikurin snýr seg um, leikgongdina
Hendrik Old sigur, at spurningurin er nú: ?Skulu djúpvatnstrolararnir halda fram, ella skulu teir halda uppat? ? Er Løgtingið ikki sinnað at bjargað teimum, og teir fara, er vanlukkan fullkomin, bara tí vit [...] afturat, so at hann er heilt burtur um fýra ár. ? So fáa vit at síggja, hvussu samfelagið sær út um fýra ár. Tað er so lætt at siga, at vit skulu leggja ætlanir 15 ár fram í tíðina, men tað er ikki altíð so [...] nøkrum fáum milliónum. Er tað ikki ein loysn at geva teimum eina hjáveiðikvotu av toski og hýsu afturat? ? Sum er kunnu teir hava 4% av toski og hýsu sum hjáveiði. ? Eftir, hvat skilst, er ætlanin at umrokna