fara at búgva 530 fólk fleiri í Føroyum 31. desember í ár, enn tað gjørdi 1. januar. Vaks hvørt ár Fólkateljingar heilt afturi frá 1970, til nú, vísa annars, at hvørt einasta ár er fólkatalið vaksið, líka [...] átta ár, at fleiri fólk fluttu til Føroya, enn tað fluttu úr Føroyum. Tá fluttu 1.784 fólk úr Føroyum, men tað fluttu 1.925 fólk til Føroyar. Tað gevur eitt yvirskot uppá 143 fólk. Hagstovan hevur roknað [...] roknað seg fram til, at heldur gongdin higartil í ár, fram, flyta eini 2.000 fólk til Føroyar í ár, og 1.725 flyta úr Føroyum. Tað gevur eitt yvirskot uppá 275 fólk. Vit skulu heilt aftur til 1984 at finna
stríðið um Havnina. HB er á odda í tí kappingini. Teir vunnu fyrra landskappingardystin teirra millum 1-0, og tað er einasti ósigurin hjá B36 á árinum. Tað hevði verið kærkomið hjá føroyameistarnum at reinsað [...] handa blettin burtur av meistaraskapinum, og tað kunnu teir bara gera, um teir í hvussu so er vinna 1-0 ímóti HB. Eitt er í hvussu so er púra víst, og tað er, at HB fer at gera alt tað, sum stendur í teirra [...] sigrarnir hava við sær, at tey bæði eysturoyarliðini hava vunnið sær rætt til eisini komandi ár at spæla í 1. deild. Spurningurin um hvør skal flyta niður í 2. deild og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini
fluttir upp í 1. deild, tá eg gjørdist formaður. Felagið var stórt í átttati árunum, og vit hava roynt miðvíst at byggja tað upp. Tað er av alstórum týdningi, at allir spælararnir ? frá teimum yngstu og [...] sítt: ? Eg mynstri av, tá hetta kappingarárið verður liðugt. Eg fari ikki heilt at halda meg burtur frá fótbóltinum, men eg havi ikki umstøður til framvegis at brúka seks dagar um vikuna til fótbólt. Tað [...] í Vági. Hann fór longu fyri tveimum árum síðani at trappa niður, tí tá boðaði hann Allani Simonsen frá, at hann hevði ikki stundir at spæla á landsliðnum. Tað vil siga, at síðsta uppgávan hjá Tummasi Eli
tríggjar minuttir seinni javnaði Heðin á Lakjuni. Eftir langan bólt fram eftir miðleingjuni frá Rógva Jacobsen rann hann frá verjuspælara, Jens Martin Knudsen hálvbjargaði, men álopsmaðurin hevði ongar trupulleikar [...] 1. deild menn: KÍ-GÍ 4-5 (2-4) Gøtufólk eru trúgv ímóti sínum fótbóltsliði. Tað hava tey verið øll árini, teirra lið hevur verið í bestu deildini, og tað hevur sjálvsagt verið serliga hugaligt tey seinnu [...] samankomingina, áðrenn hann støkk inn um strikuna. KÍ verjan má taka stóran part av ábyrgdini fyri 1-3 málið. Talan var um kiks, áðrenn Øssur Hansen fekk fatur á, spældi Henning, sum stútaði í tvørtræið
faldu meistarunum úr Gøtu, og 2-0 sigurin ta ferðina boðaði frá, at í ár ætlaðu teir í B36 at vera við í toppinum. B68 vann í fyrsta umfarinum 5-1 á heimavølli ímóti FS Vágar, og tí vóru tað teir, sum vóru [...] sum stríðast um plássini á besta liðnum. Og tað sæst aftur í, at B36 umframt at vera á toppinum í 1. deild, eisini er við í krónustríðnum í næstbestu deildini. B36 hevur ongantíð áður verið umboðað í [...] hevur spælt á besta B36 liðnum í 15 ár. Hann hevur roynt at flyta niður í 2. deild og at flyta upp í 1. deild aftur, og hann hevur roynt at standa á gáttini til at vinna FM, uttan at tað kortini eydnaðist
halda bóltin burtur frá meskunum. Beinanvegin eftir steðgin fekk heimaliðið vátan vøtt í andlitið, tá B68 legði seg fram um 1-0. Edmund Jacobsen royndi seg við skoti langt úti frá, bólturin endaði hjá [...] 1. deild menn: B71-B68 1-2 (0-0) Dysturin millum árstalsfeløgini hevði slíkan týdning, at stóran part av dystinum var spælið merkt av, at hvørki liðið vildi tapa. Spælt var ikki útilokandi varisliga, men [...] og stútaði so sjálvur í málið. B71?arnir áttu í seinna hálvleiki brotsspark, tá B68 bjargaði roynd frá Kára Nielsen (kom inn fyri Símun Jensen í hálvleikinum) við hondini. Men hvørki dómarin ella teir flestu
Málini NSÍ kom á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir, og bæði í hesum førinum, og tá ÍF javnaði til 1-1, var talan um málverjumistøk. ÍF málverjin megnaði ikki at halda innleggi, og Óli Hansen var á rætta [...] blokeraði og var fyrstur eftir bóltinum, Magni á Lakjuni spurtaði frá verjuni mitt fyri og setti innaru síðuna á flata og neyva innleggið. 3-1 málið kom, eftir at NSÍ hevði roynt at javnað. Teir trýstu, men [...] vandi, tá ÍF javnaði. Men málverjin hjá NSÍ var óheppin og misti afturum seg, eftir flatt langskot frá Eyðálvi Petersen, sum varð skrásettur sum málskjútti úr 20 metrum. Og so var tað, at Magni á Lakjuni
umfarinum. Hesaferð avgjørdu tær alt áðrenn seinasta umfar! Í blaðnum í morgin hava vit sum vant frásøgn frá 1. deild við kvinnum, hesaferð við nógvum myndum úr Klaksvík. [...] FM-heitið. Men KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva verða um úrslitið og hvar FM-gullið skuldi. Tær vunnu heili 10-1 á Sumba, og vístu eisini hví tær eru komnar so langt í ár. Tær vóru ágrýtnar alla tíðina, spældu væl
Framtaksgrunnurin kemur undir lógina um vinnurekandi grunnar nr. 286 frá 6. juni 1964, sum sett er í gildi í Føroyum við kgl. fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993, og eftir galdandi reglum fer hann, um helvtin av [...] varaløgmaður fram nógv umrødda uppskotið um broytingar í Framtaksgrunninum. Lógin um grunning er frá 3. januar 1995, og skjýtur løgmaður upp at broyta stk 2. soleiðis: »Landsstýrið fær heimild til heilt [...] úr landskassanum og aðrari millión úr ríkiskassanum. Í lógini um lániheimild landskassans er í grein 1, stk. 2 ásett, at viðgøkurnar fyri grunnin skulu góðkennast av løgtingsins fíggjarnevnd og harvið eisini
í ár. tað eru 24% mini. Hinvegin hava vit fingið eitt sindur meiri av havtasku, 1.040 tons frá januar -august í fjør og 1.242 tons í ár, tað eru 19% fleiri. [...] 3.291 tons fleiri av vanligu botnfiskasløgunum undir Føroyum. Tølini vísa, at teir átta mánaðirnar frá januar til august í ár, fiskaðu vit 54.482 tons av botnfiski undir Føroyum. Somu tíð fjør fiskaðu vit [...] ringasta árið, sum var 1993, fiskaðu føroysk skip bara 53.878 tons av botnfiski. Tað eru 19%, ella næstan 1/5 minni enn í 1992, tá ið føroysk skip fiskaðu 66.361 tons av botnfiski undir Føroyum, men eisini tað