Fólkatalið í Føroyum veksur enn

Fólkatalið í Føroyum veksur enn. Heldur gongdin higartil fram, verða 530 fólk fleiri í Føroyum 31. desember í ár, enn tað vóru 1. januar

Fólkatalið í Føroyum gongur framvegis uppeftir. Tá ið kreppan tók seg upp, tók fólkatalið at minka í stórum.

Men í 1996 kom vend í aftur.

Tann positiva gongdin er hildin fram í ár.

Og hagtølini highartil í ár, vísa, at fólkatalið veksur enn.

Og eftir tølunum higartil í ár, metir Hagstovan, at tað fara at búgva 530 fólk fleiri í Føroyum 31. desember í ár, enn tað gjørdi 1. januar.


Vaks hvørt ár

Fólkateljingar heilt afturi frá 1970, til nú, vísa annars, at hvørt einasta ár er fólkatalið vaksið, líka til kreppan tók seg upp.

Í 1970 búðu 38.600 fólk í Føroyum, og fólkatalið kom í hæddina í 1989, táið tað vóru 47.838 fólk í Føroyum.

Men so kom kreppan sum eitt óløgi inn yvir okkum og tað fór at ganga afturá við øllum.

Ein avleiðing av afturgongdini var, at fólk í hópatalið fluttu av landinum.

Ringasta árið í so máta var 1994, tá ið 3.284 fólk fluttu úr Føroyum.

Men eisini árini rundanum 1994 flutti nógv fólk úr Føroyum.

Av tí sama tók fólkatalið at minka. Ringast stóð til í 1995, táið tað ikki búði meiri 43.393 fólk í Føroyum, tað eru heili 4.445 fólk færri enn metárið 1989.

Tíbetur hevur tað hvørt ár verið eitt ávíst burðaravlop, tvs, at tað eru fleiri børn fødd, enn tað fólk deyð, og tað hevur gjørt, at fólkatalið ikki minkaði meir, enn tað gjørdi.


Fyrstu ferð í átta ár

Men í 1996 vendi gongdin aftur, og tá hendi tað fyri fyrstu ferð í átta ár, at fleiri fólk fluttu til Føroya, enn tað fluttu úr Føroyum.

Tá fluttu 1.784 fólk úr Føroyum, men tað fluttu 1.925 fólk til Føroyar. Tað gevur eitt yvirskot uppá 143 fólk.

Hagstovan hevur roknað seg fram til, at heldur gongdin higartil í ár, fram, flyta eini 2.000 fólk til Føroyar í ár, og 1.725 flyta úr Føroyum.

Tað gevur eitt yvirskot uppá 275 fólk.

Vit skulu heilt aftur til 1984 at finna so stóra nettotilflyting.

Men eisini í 1975 og 1988 var nettotilflytingin stór.

Alt í alt roknar Hagstovan við, at tað fara at búgva 44.322 fólk í Føroyum við árslok í ár, afturímóti 43.792 fólkum tann 1. januar.

Tað er á sama støði sum í 1980, tá 43.600 fólk vóru.