Tingmenn missa ávirkan á Framtaksgrunnin

Fíggjarnevndin skal ikki longu góðkenna viðtøkur og viðtøkubroytingar hjá Framtaksgrunninum. Hetta er í samsvar við nýggju stýriskipanarlógina, sigur Edmund Joensen, løgmaður

Á tingfundinum í gjár legði Eilif Samuelsen, varaløgmaður fram nógv umrødda uppskotið um broytingar í Framtaksgrunninum.

Lógin um grunning er frá 3. januar 1995, og skjýtur løgmaður upp at broyta stk 2. soleiðis:


»Landsstýrið fær heimild til heilt ella lutvíst at leggja lánið til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ.«


Í viðmerkingunum til uppskotið sigur løgmaður, at landsstýrið 3. januar í 1995 fekk heimild til at taka lán upp á 99 mió krónur at skjóta inn sum lán í ein framtaksgrunn. Ríkisstjórnin lánti eisini grunninum somu upphædd.

Stovnsfæið 2 mió krónur var útvegað við einari mió krónur úr landskassanum og aðrari millión úr ríkiskassanum.

Í lógini um lániheimild landskassans er í grein 1, stk. 2 ásett, at viðgøkurnar fyri grunnin skulu góðkennast av løgtingsins fíggjarnevnd og harvið eisini broytingar í viðtøkunum.

Løgmaður heldur ikki, at tvær milliónir er nógv í stovnsfæ hjá einum grunni, sum skal kunna seta upp til 198 mió sum egin pening í vinnufyritøkur. . Tí skal ikki nógv til, áðrenn grunnurin eftir galdandi roknskaparreglum má metast at vera insolventur.

Framtaksgrunnurin kemur undir lógina um vinnurekandi grunnar nr. 286 frá 6. juni 1964, sum sett er í gildi í Føroyum við kgl. fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993, og eftir galdandi reglum fer hann, um helvtin av stonvsfænum er mist, í likvidatión, um ikki nýggjur eginpeningur verður útvegaður.

Roknskapurin hjá grunninum pr. 31. juli 1997 vísir, at eginpeningurin nú er negativur við kr. 9.207.000.

? Skotið verður tí upp, at landsstýrið fær heimil til at konvertera neyðugar upphæddir av láninum til stovnsfæ. í tann mun hetta gerst neyðugt.

Lánið upp á 99 mió krónur er rentu- og avdráttarfrítt í 10 ár frá stovningardegnum í desember 1994. Aftan á 10 ár verða rentu- og avdráttartreytirnar ásettar av forsætisráðharranum og løgmanni.

Fíggjarligi kostnaðurin av lógarbroytingini verður, at ognir landskassans minka samsvarandi konverteringini.

Ein onnur broyting í lógarreglunum verður, at samstundis sum nýtt stk. 2 verður sett í grein 1, dettur burtur verandi stk. 2 um at fíggjarnevnd løgtingsins skal góðkenna viðtøkur og viðtøkubroytingar hjá Framtaksgrunninum. Henda broyting er í samsvar við nýggju stýrisskipanarlógina um at løgtingið ikki longur skal góðkenna fyrisitingarligar avgerðir.