Tá var KÍ mitt í einum ættarliðsskifti, royndu menninir á liðnum vóru fáir, og tað sást aftur í avrikunum. Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttar, at alt bendir á, at Tony Paris ikki verður venjari í felagnum [...] Ábyrgdarmaðurin fyri KÍ liðnum í ár hevur verið eingilsktmaðurin Tony Paris, og skulu vit trúgva tí, sum hann sjálvur sigur ? og hví skulu vit ikki tað ? so kemur hann ikki aftur til KÍ komandi ár: ? Sáttmálin [...] endaliga greitt, at talan verður ikki um nýggjan sáttmála. Ert tú vónbrotin av, at tú ikki verður venjari hjá KÍ í ár 2000? ? Ja, tað eri eg, og tað havi eg heldur ikki dult fyri, og tey eru nógv, sum hava
Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ. Tað hevur annars gingið illa hjá NSÍ seinastu 5 dystirnar, sum bara hava givið tvey stig. John spælir B36 manglar tveir mans frá góða dystinum móti KÍ seinast. Málskjúttin [...] tað er vágamaðurin Bjarni Prior eisini. John Petersen varð borin av vøllinum seint í dystinum móti KÍ, tá hann fekk ein snudd í knæið. Eftir dystin segði hann, hóast pínan framvegis var stórt, at hann [...] anum, at royna at fáa eitt mál, sum kann senda teir fram um hin. B36 kann blíva føroyameistari, um KÍ tapir og GÍ ikki vinnur. ? Eg havi eina lítla vón, um at vit kunnu gerast føroyameistarar, men hon
og tá KÍ fyrr í summar var í Fuglafirði vunnu teir 1?0, so alt kann henda, vísir GÍ maðurin á, og hagtølini geva honum rætt í, at tað bara var í fyrsta dystinum í ár ? á heimavølli móti KÍ ? at KÍ hevur [...] burturúr, sum teir høvdu roknað við. Tá vit frættu seinast, var ikki gjørt av, um Bjørn Krog skal vera venjari aftur komandi ár, men tað tykist greitt, at ikki allir brasiliumenninir koma aftur til Toftir. Marlon
Sumba og B68 og yvir at teir ikki megnaðu at varðveita javnleikin, sum teir høvdu strítt seg til ímóti KÍ í Gundadali. Allir tøkir Hjá HB eru allir spælararnir tøkir, sum vóru við ímóti B68, men tað er greitt [...] breyt hondina. Síðst spældi Petur Ritter í miðverjuni. Í ár hevur Ivan Hristov úr Rumenia verið venjari, men tað er greitt, at hann fer ikki at venja B71 komandi ár. Ioulian Floresco verður á Sandi komandi
Sunnudagin fóru teir í KÍ leiðsluni undir aftur arbeiðið at fyrireika komandi kappingarári, og teir hava nóg mikið at taka sær fyri. Tað er greitt, at Tony Paris verður ikki venjari í KÍ komandi ár, og tí skal [...] annar spurningur er, hvør skal vera høvuðsstuðul hjá KÍ komandi árini. Avtalan, sum í fleiri ár hevur verið millum Norðoya Sparikassa og KÍ, fevndi um tíðarskeiðið til og við 1999, og tað vil siga, at [...] at so at siga allir, sum vóru við til at vinna okkum meistaraskapin, fara at spæla við KÍ í ár 2000, er tað, sum KÍ formaðurin hevur at siga.
møguleikar, so var tað einasta, ið var púra greitt, tá venjarin fór úr Klaksvík, at hann verður ikki venjari hjá KÍ í ár 2000. Nýggjar avbjóðingar Tony Paris hevur fyrr í heyst givið til kennar, at hann kundi [...] klaksvíkingum og norðoyingum um, at tað leygardagin eydnaðist at fáa fulla úrtøku burturúr málinum, sum venjari og spælararnir settu sær tíðliga í vár frammanundan at venjarin kom úr USA til Føroya. Mánamorgunin [...] kundi ikki ímynda sær møguleikan fyri, at hann kundi koma aftur til Føroyar, uttan at hann kom til KÍ og Klaksvíkar, men stutt undan fráferðini vildi hann ikki útilokað, at hesin møguleikin kundi koma upp á
hesum viðvíkjandi. Tá vit nevna fótbóltsprátið, sum hevur verið um, at samband skal hava verið millum KÍ-venjaran, Tony Paris, og B36 um samstarv í ár 2000, sigur formaðurin seg ikki kenna nakað til hetta [...] heilsi altíð upp á umboðini fyri mótstøðuliðini, sum vitja okkum, og tað gjørdi eg eisini tann dagin, tá KÍ var í Gundadali. Ta ferðina tosaði eg við Tony Paris, vit fóru ikki í nakran avkrók at tosa ? hví skuldu [...] tað ? og eg má bara staðfesta, at tað prátið hevur havt við sær tos um, at Tony Paris skal vera venjari hjá okkum komandi ár. Men hetta hevur ikki veirð viðgjørt, er viðmerkingin hjá Kristjan á Neystabø
HB og silvurvinnararnir úr KÍ). Í ár brúktu meistararnir úr KÍ 20 spælarar. Í ár brúktu tey ymsu feløgini spælara soleiðis: NSÍ28 ÍF27 B7126 Sumba25 B6824 HB23 B3620 GÍ20 KÍ20 VB19 Onkrir spældu við tveimum [...] til TB, og jugoslavin Milan Cimburovic, ið fyrst var leikandi venjari hjá NSÍ. Hann fór at spæla við Royn samstundis sum hann gjørdist venjari hjá Sumba. Í fjør var tað eisini bara ein leikari, ið umboðaði
Símun Joensen og Kristian á Lakjuni. Bill Jacobsen hevur í ár verið venjari hjá KÍ dreingjunum, samstundis sum hann hevur verið venjari hjá U-15 landsliðnum og hjálparvenjari hjá U-16 landsliðnum. Nú er [...] men bæði hann og ábyrgdarpersónarnir í KÍ mugu metast at hava gott tak á tí, sum teir nú ætla at samstarva um. Tomislav Sivic hevur í trý ár vant B36, sum saman við KÍ hevur verið við til at mynda toppin [...] toppin. Í ár tapti Sivic steypafinaluna ímóti KÍ, og hóast B36 endaði á triðja plássinum, so vóru teir alt kappingarárið størsta hóttanin ímóti KÍ í stríðnum um meistaraskapin.
Petersen, B36 (18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 71.), 10. Todi Jónsson, FCK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Uni Arge, HB, 14. Jákup á Borg, B36, 15. Heðin á Lakjuni, KÍ, 16. Jákup Mikkelsen, Herfølge, [...] Wien, 18. Petr Vlcek, Slavia Praha Gult kort: Jan Suchopárek 33. Reytt kort: Patrik Berger, 60. Venjari: Jozef Chovanec Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, GÍ ? 4. Pól Thorsteinsson, B36, 5. Hans Fróði Hansen [...] Henning Jarnskor 7., Óli Johannesen, 43., Jens Martin Knudsen, 60. Reytt kort: Pól Thorsteinsson 60. Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: Jens Pauli Marstein