Kaj Leo spælir við síðstu ferð

Fótbóltur: HB málverjin fer seinnapartin í dag at verja málið fyri 300. ferð, og tað verður sagt at vera fyrsta ferðin, at ein HB spælari røkkur so høgt

Punktum fyri hesum fótbóltsárinum í høvuðsstaðnum verður sett í Gundadali seinnapartin í dag, tá sandoyingar koma at vitja HB.

HB er á fjórða plássinum. Teir fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna, men um tað gongur, sum roknast kann við í hinum dystunum, so fara teir ikki at røkka stórt longur. Og eitt fjórða pláss er ikki nøktandi hjá HB. Tað dylja teir í felagnum ikki yvir, samstundis sum teir iðra seg um gongdina í ár, t.d. javnleikirnar á heimavølli móti Sumba og B68 og yvir at teir ikki megnaðu at varðveita javnleikin, sum teir høvdu strítt seg til ímóti KÍ í Gundadali.


Allir tøkir

Hjá HB eru allir spælararnir tøkir, sum vóru við ímóti B68, men tað er greitt, at Bárður Johannesen verður ikki málverji hesa ferð. Kaj Leo Johannesen hevur boðað, at hann fer ikki at spæla fótbólt á hægsta stigi í framtíðini. Hann var hjálparvenjari hjá Ion Geolgau undan summarsteðginum, men ta uppgávuna hevur Albert Ellefsen røkt síðani tá.

Kaj Leo hevur vart málið í onkrum steypadysti og onkrum landskappingardysti. Hann hevur alla tíðina lúrt eftir at røkka dysti nummar trý hundrað, og seinnapartin í dag røkkur hann á mál.

HB hevur sera góð hagtøl um spælararnar, og hagani verður sagt, at hetta er fyrsta ferðin, at ein spælari rundar tríhundrað talið. Kaj Leo hevur spælt við HB síðani miðskeiðis í áttati árunum, og hann var fyrsta valið millum stólparnar frá 1988 og til og við í fjør.


Einki trýst á B71

Sandoyingar fara í Gundadal uttan nakran sum helst ampa. Teir eru slopnir undan niðurflytingarvandanum, og tað var málið í fyrsta árinum eftir uppflytingina. Leikliga hevur gingið væl, tá sæð verður burtur frá dystinum sunnudagin ímóti vágbingum.

Ion Floresco var leibannaður seinast, og hann er tøkur aftur. Rúni í Soylu, sum hevur havt eitt gott kappingarár, er leikbannaður hesa ferð, og spurningurin er eisini, hvør skal røkja plássið í miðverjuni, sum er tómt eftir at Bjørn Thorsteinsson breyt hondina. Síðst spældi Petur Ritter í miðverjuni.

Í ár hevur Ivan Hristov úr Rumenia verið venjari, men tað er greitt, at hann fer ikki at venja B71 komandi ár. Ioulian Floresco verður á Sandi komandi ár, tí hann skrivaði undan hesum kappingarárinum undir tvey ára sáttmála.