Leygarkvøldið koblaðu klaksvíkingar úr og hátíðarhildu, at tað hevði eydnast fótbóltsflaggskipinum hjá teimum at vinna meistaraskapin fyri 17. ferð.
Sunnudagin fóru teir í KÍ leiðsluni undir aftur arbeiðið at fyrireika komandi kappingarári, og teir hava nóg mikið at taka sær fyri. Tað er greitt, at Tony Paris verður ikki venjari í KÍ komandi ár, og tí skal nýggjur venjari setast. Nevndin í felagnum hevur verið í sambandi við fleiri møguligar venjarar, og tað fara neyvan at ganga fleiri vikur, áðrenn tann spurningurin verður fingin upp á pláss.
Ein annar spurningur er, hvør skal vera høvuðsstuðul hjá KÍ komandi árini. Avtalan, sum í fleiri ár hevur verið millum Norðoya Sparikassa og KÍ, fevndi um tíðarskeiðið til og við 1999, og tað vil siga, at avgerð skal takast um, hvussu tað skal vera við høvuðsstuðlinum komandi ár.
Og so eru tað spælararnir. Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so hevur KÍ tryggjað sær undirskriftina hjá fleiri av teimum, sum hava verið millum berandi kreftirnar, men í blaðnum í dag eru tey tíðindini, at fleiri at spælarunum nú fara av landinum at royna seg.
Samráðingarspurningur
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, segði á middegi í gjár, at avtalan við Sogndal og Svendborg var ikki komin heilt upp á pláss, men hann roknaði heilt víst við, at spælararnir fóru at fáa møguleikan at fara uttanlands:
? Í fyrstu atløgu er talan um møguleikan at venja við, og vit síggja tað at vera fyrimun fyri okkum, at spælararnir fáa møguleika at spæla longri fótbólt, enn teir higartil hava gjørt. Stephen Boyle hava vit ikki enn gjørt nakra avtalu við fyri komandi ár, men vit hava sáttmála við John Ryan, Arnold Joensen, Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni, og tí ganga vit út frá, at teir koma aftur til okkara. Um tað so vísir seg, at okkurt útlenskt felag verður so áhugað í teimum, at teir vilja rinda bæði okkum og spælaranum pengar, so verður tað ein samráðingarspurningur, ið verður tikin upp millum partarnar.
Svend Jacobsen vísir annars á, at tað fyri stuttum varð gjørd avtala við Jákup í Stórustovu um, at Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen seinni í heyst skulu fáa høvið at royna seg í onkrum europeiskum felag.
? Vit hugsa sjálvsagt um okkum sjálvar, og vit gleðast um spælararnar, sum eru vaksnir upp í felagnum og sum KÍ hevur fingið nyttu burturúr. Tað eru fleiri ungir spælarar á veg, og vit fara ikki at forða ungum spælarum at gera sáttmálar uttanlands, men sum sagt, so verður talan um samráðingar, um hetta skuldi víst seg at verið aktuelt. Men fyribils rokna vit við, at so at siga allir, sum vóru við til at vinna okkum meistaraskapin, fara at spæla við KÍ í ár 2000, er tað, sum KÍ formaðurin hevur at siga.