Magni á Lakjuni flytir yvirum

Fótbóltur: Í B36 rokna teir við, at teir flestu spælararnir, sum hava verið við í ár, eisini fara at spæla komandi ár

Tá HB leygardagin spældi síðsta heimadystin í ár stóð navnið á Magna á Lakjuni í skránni millum hini hjá heimaliðnum. Men Magni á Lakjuni var ikki á vøllinum og hann var heldur ikki á beinkinum. Og Magni verður ikki at síggja á HB-liðnum næsta kappingarár.

Undan dystinum móti B71 var greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki at spæla við HB næsta ár, og tí vildi venjarin ikki hava, at hann var á liðnum í síðsta dystinum.

? Tað er rætt, at vit hava gjørt avtalu við Magna á Lakjuni, sum skal spæla fyri okkum komandi ár. Magni spældi við okkum fyrrapartin av kappingini í 1995. Tá fór hann til Danmarkar, og av tí at vit høvdu góðar royndir av honum -bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin ? so høvdu vit vónað og ætlað, at hann skuldi koma til okkara, tá hann í fjør flutti aftur til Føroya. Í fyrstu atløgu miseydnaðist hetta, men nú er greitt, at Magni fer at spæla við okkum, og tað eru vit sera fegnir um, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.


Sivic og Paris

Tað hevur ljóðað, at B36 skal hava nýggjan venjara komandi ár. Tomislav Sivic er sáttmálabundin at B36 í eitt ár afturat, men tann sáttmálin kann sigast upp. Uppsagnartíðin er ein mánaður, og sambært B36-formanninum var sáttmálin ikk iuppsagdur, tá vit vóru í sambandi við B36 í gjár.

? Vit hava einki hoyrt frá venjaranum enn tað, sum vit hava sæð í Ítróttar-Sosialinum, men eg skal ikki útiloka møguleikan, at tað fer at koma har til, at ein annar persónur fer at standa fyri felagnum fhjá okkum komandi ár, eru orðini frá B36-formanninum, sum ikki ynskir at vera so orðaríkur hesum viðvíkjandi.

Tá vit nevna fótbóltsprátið, sum hevur verið um, at samband skal hava verið millum KÍ-venjaran, Tony Paris, og B36 um samstarv í ár 2000, sigur formaðurin seg ikki kenna nakað til hetta.

? Eg heilsi altíð upp á umboðini fyri mótstøðuliðini, sum vitja okkum, og tað gjørdi eg eisini tann dagin, tá KÍ var í Gundadali. Ta ferðina tosaði eg við Tony Paris, vit fóru ikki í nakran avkrók at tosa ? hví skuldu vit tað ? og eg má bara staðfesta, at tað prátið hevur havt við sær tos um, at Tony Paris skal vera venjari hjá okkum komandi ár. Men hetta hevur ikki veirð viðgjørt, er viðmerkingin hjá Kristjan á Neystabø.


Samráðast við spælarar

Í B36 eru teir av álvara farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Onkrir spælarar eru við sáttmála bundnir at felagnum komandi ár, og formaðurin roknar við, at teir flestu, sum vóru við í ár, eisini fara at vera við komandi ár.

? Í hesi vikuni samráðast vit, og í koamdni viku vóna vit at hava fingið tað mesta upp á pláss. Vit hava nógvar ungar spælarar, sum vunnu 3. deild og hava fótbóltsframtíðina fyri sær, og í 1. deild hava vit havt eitt gott lið, sum vit sjálvir halda kundi havt vunnið bæði meistaraskap og steypakapping, men marginalarnir vóru ikki við okkum ? heldur ikki í Europa-Cup. Tá vit ikki høvdu marginalarnir við okkum, so haldi eg, at tað var í lagi, at tað var KÍ, sum vann. Í mínum eygum høvdu teir og vit bestu liðini, og eg vil ynskja teimum tillukku.

Men hví vóru marginalarnir ikki við tykkum?

? Tað er ein góður spurningur, men tað er rætt, sum tit skrivaðu í gjár, at tað var serliga óheppið, at vit taptu báðar dystirnar ímóti HB. Vit halda eisini, at vit áttu ikki at havt tapt í Klaksvík, og í steypafinaluni kundi tað fara báðar vegir, og tað koppaði til fyrimunar fyri KÍ.