Klaksvíkingar hava seinnapartin í dag møguleika at vinna fyrsta meistaraskapin í átta ár, og um tað eyndast, so vinna teir fyrsta the double ella fyrstu greipuna, sum tað tey seinnu árini er farið at eita, í 32 ár.
Ábyrgdarmaðurin fyri KÍ liðnum í ár hevur verið eingilsktmaðurin Tony Paris, og skulu vit trúgva tí, sum hann sjálvur sigur ? og hví skulu vit ikki tað ? so kemur hann ikki aftur til KÍ komandi ár:
? Sáttmálin, sum felagið og eg hava, er bara galdandi fyri hetta kappingarárið, og tað er greitt, at eg komi ikki aftur. Eg vil fegin koma aftur, og eg havi fyri langari tíð síðani handað nevndini í felagnum útspælið hjá mær til ein nýggjan sáttmála, men sæð út frá mínum sjónarmiði, so hevur ongantíð verið talan um veruligar samráðingar, og fyri tveimum vikum síðani varð endaliga greitt, at talan verður ikki um nýggjan sáttmála.
Ert tú vónbrotin av, at tú ikki verður venjari hjá KÍ í ár 2000?
? Ja, tað eri eg, og tað havi eg heldur ikki dult fyri, og tey eru nógv, sum hava givið mær eitt herðaklapp og hava sagt, at tey fegin vilja, at eg skal halda fram í felagnum.
Syrgin undir øllum umstøðum
Men hvussu kennir tú tað, nú tú eftir øllum at døma skal skiljast frá spælarunum?
? Eg havi eina undarliga kenslu. Familjan hjá mær hevur bara verið í Føroyum ein stuttan part av tíðini, sum eg havi verið her, og tað vil siga, at felagið og serliga spælararnir hava so at siga verið familjan hjá mær, síðani eg kom higar. Vit høvdu síðstu venjingina og ein lítlan fund hóskvøldið, og tá dysturin í dag er liðugur, so veit eg, at tað er liðugt. Um vit ikki megna at vinna meistaraskapin, so verður tað eitt stórt vónbrot, og um vit vinna hann, so fer tað eisini at kennast harmuligt, tí mær hevði dámt væl at hildið fram við arbeiðnum saman við spælarunum, sigur Tony Paris.
Venjarin vil ikki siga nakað um peningaligu krøvini, sum hann hevur sett KÍ í sambandi við ein nýggjan sáttmála, men hann sigur, at hann hevur spælt út við, at sáttmálin skuldi fevna yvir trý ár:
? Eg havi farloyvi frá starvinum hjá mær í USA, og um eg skal halda fram í Klaksvík, so noyðist eg at siga starvið frá mær, og tí hevði tað ? sæð frá mínum sjónarmiði ? ikki verið órímuligt, at tíðarskeiðið, sum ein nýggjur sáttmáli fevndi um, var trý ár. Talan er um eitt útspæl frá mínari síðu, og eg ivist ikki í, at um vit høvdu samráðst við tí fyri eyga at finna eina loysn, so høvdu vit funnið eina skipan, sum báðir partar kundu liva við, men, sum eg segði, so hava vit ongantíð verið í rættuligum samráðingum, og tí er tíðarskeiðið hjá mær í Klaksvík liðugt.
Tony Paris er 45 ára gamal, og hann hevur eina ferð áður verið í Klaksvík. Tað var í 1977 og í 1978, og tá vóru úrslitini hjá honum als ikki so góð, sum tey hava verið í ár. Men tey, sum minnast aftur til ta tíðina, vita, at fyritreytirnar hjá venjaranum tá, vóru nógv verri, enn tær hava verið nú. Tá var KÍ mitt í einum ættarliðsskifti, royndu menninir á liðnum vóru fáir, og tað sást aftur í avrikunum.
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttar, at alt bendir á, at Tony Paris ikki verður venjari í felagnum komandi ár:
? Tá venjarin kom til Føroya var tað fyri at vera í eitt ár, og tað hava vit alla tíðina roknað við og arbeitt út frá, tá vit hava hugsað um framtíðina. Nú snýr tað seg um at fáa landskappingina frá hondini, og tað vit rokna við, at tað fer ikki at ganga so long tíð, áðrenn vit kunnu spæla út við, hvussu tað verður komandi ár.