seint í gjárkvøldið og fyrrapartin av náttini, var kolandi stormur og væl av regni, soleiðis sum vindmátingarnar eisini søgdu. Løgreglan fekk onkrar fráboðanir kring um landið, og úti á vegunum í myrkrinum [...] sagt, at hetta hendi um 22-tíðina í gjárkvøldið. Tað eru velduga stórar kreftir, ið megna at ríva ein so stóran vogn av hjólunum, og tað er vist, at tað hevur leikað í hesa løtu, tá vognurin koppaði. [...] hjá sløkkiliðunum koyra. Í onkrum bygdum hildu menn eisini eyguni við bátunum. Skaðavindarnir eru vanliga á vestligu ættunum, tá hvirlurnar strúka um fjøll, dalar, firðir og sund. Í Leirvík koppaði hesin
síðst í juni, men tað varð av ongum. Og trappan skuldi vera heilt liðug á ólavsøku, tá ið hon skuldi vera eitt av stóru savningarstøðunum, men nú er tað eisini greitt, at heldur ikki tað verður av nøkrum [...] Tað er nú greitt, at tað verður ikki í nógv umrøddu uppihaldstrappuni í Vágsbotni, at fólk sleppa at sita og hugna sær við gittara og sangi á ólavsøku. Uppihaldstrappan skuldi annars vera partvís liðug [...] til at siga, nær trappan verður liðug. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Trónd Sigðursson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, greiða frá, hví trappan ikki er liðug, sum ætlað .
løstað í einum sjálvsmorðsbumbuálopi í turkiska býnum Suruc, ið liggur nærhendis sýriska býnum Kobane. Tað skrivar tíðindastovan Al Jazeera. Álopið hendi í einum mentanarhúsi, har fleiri hundraðtals av ungdómum [...] 20.000 fólk búgva í Kuruc, meginpartar kurdar, og liggur býurin nærhendis sýriska markið. Býurin hevur síðsta árið tikið móti eini rúgvu av flóttafólkum meðan ófriðurin hevur valdað í grannalandinum. Turkiskir [...] ungdómum úr Turkaland. Tey vóru partur av einum arbeiði, ið hevði til endamáls at endurreisa sýriska býin Kobane, aftaná drúgvu bardagarnar millum yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin og kurdiskar herdeildir
Húsar í Kalsoy, tí ein maður var farin at skjóta við byrsu. Hann loysti skot av út ígjøgnum vindeyguni í einum húsum, Løgreglan sigur, at hann skeyt ikki eftir fólki, men niðan í hagan og upp í loft. Tað [...] skot, hann loysti av. Men tað var hildið at vera so mikið vandamikið, at løgreglan varð boðsend, tí tá ið skot verða loyst av soleiðis í myrkri, kunnu tey altíð raka onkran. Løgreglan fór í Kalsoy við bja [...] løgreglan kom á staðið, fylgdi maðurin við løgreglufólkunum uttan nakran dramatikk. Hann liggur nú í varðhaldinum og so verður støða tikin til, hvat hendir víðari.
duo í Føroyum. Samstundis endar tónleikaferðin við fløguni Room. Løgini, ið verða framførd, verða soleiðis fyrst og fremst av seinastu fløguni, men áhoyrararnir fáa eisini ein lítlan brellbita av tí komandi [...] 4. desember vitjar Eivør spælistaðið í Tórsgøtu, tá hon og Mikael Blak koma til Føroyar sum duo. Seinastu tvey árini hevur Eivør turnera um stóran part av Europa sum duo saman við Mikael Blak. Men hetta [...] júst verið í upptøkuhøli og tikið upp fløguna Bridges. Bridges kemur út 27. februar 2015. Konsertin er altso ikki ein jólakonsert, men eftirsum jólini nærkast, kann okkurt jólalag snýkja seg inn í skránna
Fríggjadagin kom nýggj lóg í gildi í Grønlandi, ið loyvdi tveimum av sama kyni at giftast. Undan hesi lóg bar til at ganga í skrásett parlag, men nú eru kirkjudyrnar latnar upp fyri samkyndum hjúnum. Nýggja [...] Nýggja lógin er partur av einum umfatandi lógarpakka á familjurættarliga umráðnum, sum grønlendska landstingið einmælt samtykti á vári í 2015. Tann 19. januar í ár samtykti eisini danska fólkatingið lógirnar [...] par, ið tók av møguleikanum at lata seg víga í eini kirkju, og harvið skrivaði søgu. Tað vóru Laila Mølgaard og Henriette Simonsen, ið presturin Aviaja Rohmann Pedersen vígdi sum hjún í Hans Egede-kirkjuni
Nólsoyar Manskór skipar í dag fyri tombola í SMS í sambandi við Íslandsferð, sum kórið fer í summar. Tombolaið sum skipað verður fyri, er eitt mattombola burtur av. Tað er turrur fiskur, ræstur fiskur [...] køkur og súltutoy. Ein partur av tiltakinum er eisini ein korsert, sum verður klokkan 15 seinnapartin. Tað kann tykjast verða eitt sindur illa umhugsað at hava eitt mattombola í SMS, júst tann dagin, SMS er [...] er avskorið frá restina av býnum í sabandi við marathon renning, men nólsoyingar vóna kortini tað besta. So teir mugu bara bíða at síggja, hvussu nógv tað ávirkar teirra mattombola.
flogfør í summar. – Atlantsflog hevur sum ætlað trý flogfør í summar at flúgva til og úr Føroyum. Talan er um tvey av okkara Airbusflogførum, men eisini okkara RJ-100, sum vit hava fram til endan av august [...] Hóast Atlantsflog hevur leigað út eitt av teimum trimum Airbus flogførunum hjá felagnum, so hevur felagið kortini trý flogfør í summar. Tað sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog. Hann sigur, at tað er ikki [...] felagnum er leigað til Malmø Aviation í Svøríki. Men leigumálið tekur ikki við fyrr enn síðst í august. Hesum boðaði felagið virðisbrævamarknaðinum frá 11. februar í ár.
miðskeiðis í vikuni sum kemur. Teir fáa mest av toski, hýsu, reyðsprøku og upsa. Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at tvey garnaskip, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa miðskeiðis í vikuni sum [...] djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á svartkalvaveiði í Grønlandi og frystir veiðina umborð. Ein fiskar blálongu og landar uttanlands. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju. - Tveir trolbátar [...] sum kemur, og tey hava brúkiligan fiskiskap. Myndin er av trol-og útróðrarbátum í Leirvík.
Ein maður í Havn keypti um dagarnar tveir pakkar av havragrýni av merkinum First Price. Tá hann kom til hús og lat pakkan upp, varnaðist hann, at í pakkanum vóru fleiri livandi skriðkykt, sum sjálvsagt [...] sjálvsagt ikki eiga at vera í havragrýni. Talan var ikki um gamla vøru, tí vøran stóð til at halda sær til 15. juli í 2015. Maðurin sigur á Facebook, at hann vónar, at hendan vøran verður afturkallað – samstundis [...] i, so er vøran ikki afturkallað. Men sambært manninum, sum keypti grýnið, so er tað nú tikið av hillunum í handlinum, har hann keypti tað.