Atlantsflog hevur trý flogfør í summar

Hóast RJ-100 flogfarið hjá Atlantsflog er leigað til Svøríkis, so tekur leigumálið ikki við fyrr enn síðst í august.

Hóast Atlantsflog hevur leigað út eitt av teimum trimum Airbus flogførunum hjá felagnum, so hevur felagið kortini trý flogfør í summar.

 

Tað sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog. Hann sigur, at tað er ikki rætt, sum in.fo skrivaði fríggjadagin, at felagið bara hevur tvey flogfør í summar.

 

– Atlantsflog hevur sum ætlað trý flogfør í summar at flúgva til og úr Føroyum. Talan er um tvey av okkara Airbusflogførum, men eisini okkara RJ-100, sum vit hava fram til endan av august, sigur Jørgen Holme.

 

RJ-100 flogfarið hjá felagnum er leigað til Malmø Aviation í Svøríki. Men leigumálið tekur ikki við fyrr enn síðst í august. Hesum boðaði felagið virðisbrævamarknaðinum frá 11. februar í ár.