Nólsoyingar í SMS

Nólsoyar Manskór skipar í dag fyri tombola í SMS í sambandi við Íslandsferð hjá kórinum í summar.

Nólsoyar Manskór skipar í dag fyri tombola í SMS í sambandi við Íslandsferð, sum kórið fer í summar.

 

Tombolaið sum skipað verður fyri, er eitt mattombola burtur av.

 

Tað er turrur fiskur, ræstur fiskur, fiskaflak, saltgrind og spik, frikkadellir, knettir, ja, alt, sum er føroyskt og nólsoyskt.

 

Talan er eisini um breyð og køkur og súltutoy.

 

Ein partur av tiltakinum er eisini ein korsert, sum verður klokkan 15 seinnapartin.

 

Tað kann tykjast verða eitt sindur illa umhugsað at hava eitt mattombola í SMS, júst tann dagin, SMS er avskorið frá restina av býnum í sabandi við marathon renning, men nólsoyingar vóna kortini tað besta.

 

So teir mugu bara bíða at síggja, hvussu nógv tað ávirkar teirra mattombola.