Skriðkykt vóru í havragrýni

Ein maður í Havn keypti um dagarnar tveir pakkar av havragrýni av merkinum First Price. Tá hann kom til hús og lat pakkan upp, varnaðist hann, at í pakkanum vóru fleiri livandi skriðkykt, sum sjálvsagt ikki eiga at vera í havragrýni.

Talan var ikki um gamla vøru, tí vøran stóð til at halda sær til 15. juli í 2015.

Maðurin sigur á Facebook, at hann vónar, at hendan vøran verður afturkallað – samstundis sum hann heitir á fólk um ikki at keypa hesa vøruna.

Sambært fráboðanum á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, so er vøran ikki afturkallað. Men sambært manninum, sum keypti grýnið, so er tað nú tikið av hillunum í handlinum, har hann keypti tað.