Tveir trolbátar landa í vikuni

Tveir trolbátar eru norðan fyri, og væntandi landa báðir miðskeiðis í vikuni sum kemur.

- Partrolararnir, sum fiska upsa kring um á landgrunninum, hava heldur smáligan fiskiskap. Hesi skip koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á svartkalvaveiði í Grønlandi og frystir veiðina umborð. Ein fiskar blálongu og landar uttanlands. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.

 

- Tveir trolbátar eru norðan fyri, og væntandi landa báðir miðskeiðis í vikuni sum kemur. Teir fáa mest av toski, hýsu, reyðsprøku og upsa.

 

Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at tvey garnaskip, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur, og tey hava brúkiligan fiskiskap.

 

Myndin er av trol-og útróðrarbátum í Leirvík.