Stórur vognur koppaði í Leirvík

Tá vindurin var mestur seint í gjárkvøldið og fyrrapartin av náttini, var kolandi stormur, soleiðis sum vindmátingarnar eisini søgdu.

Tá vindurin var mestur seint í gjárkvøldið og fyrrapartin av náttini, var kolandi stormur og væl av regni, soleiðis sum vindmátingarnar eisini søgdu.

 

Løgreglan fekk onkrar fráboðanir kring um landið, og úti á vegunum í myrkrinum sóust bilar hjá sløkkiliðunum koyra. Í onkrum bygdum hildu menn eisini eyguni við bátunum.

 

Skaðavindarnir eru vanliga á vestligu ættunum, tá hvirlurnar strúka um fjøll, dalar, firðir og sund.

 

Í Leirvík koppaði hesin stóri vognurin, sum stóð niðri á havnalagnum. Úr Leirvík verður sagt, at hetta hendi um 22-tíðina í gjárkvøldið.

 

Tað eru velduga stórar kreftir, ið megna at ríva ein so stóran vogn av hjólunum, og tað er vist, at tað hevur leikað í hesa løtu, tá vognurin koppaði.