Fyri løtu síðani varð løgreglan boðsend at koma til Húsar í Kalsoy, tí ein maður var farin at skjóta við byrsu. Hann loysti skot av út ígjøgnum vindeyguni í einum húsum, Løgreglan sigur, at hann skeyt ikki eftir fólki, men niðan í hagan og upp í loft. Tað er óvist, hvussu nógv skot, hann loysti av.
Men tað var hildið at vera so mikið vandamikið, at løgreglan varð boðsend, tí tá ið skot verða loyst av soleiðis í myrkri, kunnu tey altíð raka onkran. Løgreglan fór í Kalsoy við bjargingarbátinum Ziska og tá ið løgreglan kom á staðið, fylgdi maðurin við løgreglufólkunum uttan nakran dramatikk. Hann liggur nú í varðhaldinum og so verður støða tikin til, hvat hendir víðari.
|