dystum fara at verða, er ikki til at siga frammanundan, men tað er í øllum førum vist, at tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer. Fyrstu dystirnir verða mikudagin og vit fara at royna at hava okkurt [...] kortini við at jugoslavar vunnu tað 16-14 og harvið vunnu teir dystin 3-2. Við sigrinum settu jugoslavar seg á bólkasigurin. Um tað er nóg mikið til, at teir kunnu gera seg galdandi, er torført at siga, men [...] Tað vakti miklan ans, at altjóða flogbóltssambandið setti krøv til kvinnuligu búnarnar. Tað, sum øsingin snúði seg um var, at FIVB hevði sett kvinnuliðunum krøv til búnar, men hevði ikki sett monnum somu
í orsøkini til, at Herfølge kundi fara úr Lyngby við øllum stigunum. Jákup fekk gult kort, tá tað restaði eitt korter, og støðan var 2-1, og tað var einki at siga til, at hann royndi at taka tað róligt [...] hevur fingið møguleikan at venja besta liðið, eftir at Ole Mørch er farin til AB. ? Nú er avgjørt, at Jesper Petersen skal vera venjari hjá okkum fram til vetrarsteðgin, og eg haldi, at hann hevur verið ein [...] hava spátt, at nú Ole Mørch, sum var mettur at vera ímyndin av viðrákinum hjá Herfølge, er farin úr felagnum, fer tað skjótt at ganga skeiva vegin, men teir í lítla felagnum tykjast ikki at hava mist mótið
tí føri, at hann 100 prosent fer at nýta sítt berliga fólkatilfeingi. Tí kann tað rák, sum fer at hava fylgjur við sær, ið gera at t.d. ungir spælarar í Havn av oman fyri nevndu orsøkum gevast at sparka [...] dystir við stórum tølum. Men tað ber eisini til at hyggja at hesum trupulleika úr øðrum sjónarhorni. Føroyingar munnu væl vita, at als ikki øllum í Europa dámar, at Føroyar og onnur smá lond (San Marino, Liktinstein [...] miðlunum) hava við fótbólt at gera. Men hvussu stóran møguleika hevur føroyska landsliðið at vinna til dømis á Spania? At kalla null. Helst hevur Sumba heldur størri møguleika at klára HB, í hvussu so er
fyri føroyingar, at vit sleppa at luttaka á eini slíkari framsýning, tí sjálvt ikki kendir íslendskir listamenn hava so lætt við at sleppa at sýna fram á Kjarvalsstøðum. Nú tosað verður um at marknaðarføra [...] sjálvur, at íslendsku stigtakararnir hava verið sera hepnir við hesi framsýning. Hon er bæði væl vald út og væl sett upp, og hon er ikki minst sera fjølbroytt. Sjálvur heldur Kári, at tað hevur nógv at siga [...] haldi eg, at listin og føroysk listafólk eru minst líka góðir ambassadørar fyri Føroyar sum t.d. tað nógv umrødda fótbóltslandsliðið. Eg haldi tað er frálíkt, at okkara fótbóltsspælarar royna seg úti í
útgerðin surrað á dekkinum, at onki var rósað av bátinum. »Vit høvdu kort yvir Føroyingahavnina við okkum og fóru nú at leita eftir einum hóskiligum stað at seta skúrin. Úrslitið var, at vit settu okkum í eina [...] við »Brandi«. Tað tók sína tíð at koma á lagið, og Oddmar minnist, at ein dagin, hann var umborð á »Oyrnafjalli«, helt skiparin Palli Sigurskjold fyri, at tað pliktaði at nevna bátin »Brandur«. Tá skuldi [...] »Maritanu«. Berint fekk kontrollørin Johan Møller at hjálpa sær at fjarrita heim til reiðaríið um at fáa bátin til keyps. Svar kom aftur beinanvegin, at tað var í lagi, og ikki var báturin dýrur. Kostaði
tíðliga at siga enn. - Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp og tað man vera, billi eg mær inn, tí fólk halda, at eg kann gera arbeiðið sum skal til fyri at vera leiðari á stovninum. Eg havi hug at royna [...] royna hetta starvið og ætli mær at royna at vera ein góður leiðari, sigur Malan Marnersdóttir, sum verður fyrsti kvinnuligi rektarin á Fróðskaparsetrinum. Malan Marnersdóttir er fødd í 1952. Hon tók cand [...] enn á einum lítlum institutti aðra staðni. Áhugin hjá føroyingum at fáa sær granskaraútbúgving er stórur. Nógv standa í bíðirøð at sleppa at kvalifisera seg sum granskarar. Setrið skorið Ein tann størsta
Evropa. - Tað er ringt at fáa frí her, og vit hava bara 14 dagar frí við løn um árið. Tí er neyðugt at spara upp frítíð, so vit royna at arbeiða hart fyri at fáa frí og pening fyri at kunna sleppa ein túr [...] skjótt at koma eftir málinum. Og tá eingin annar føroyingur var í nánd, var bara at tosa enskt. Hann sigur, at fólk koma nógv saman. Tað er ikki óvanligt, at fólk fara saman út at bowla, út at eta ella [...] til at fara á veiðu ella at fiska. Um veturin ber til at aka á skíð ella koyra á kavaskutara. Eg haldi, at fólki dámar hetta væl. Sum amerikanarar siga, tey »challenge themselves«. Tað merkir, at tey vilja
hevði alt ov fáar leikarar, ið tordu at taka ábyrgd, tá ið á stóð, og hetta førdi við sær, at tær fleiri ferðir blivu dømdir fyri nøl, tí at ongin tordi at royna seg við einum skoti upp á mál. Haraftrat [...] mál á rað, so at Kyndil kom á odda 19-16, og bert ein minuttur var eftir at leika. Tað fyrra málið gjørdi Beinta, tá ið føroyameistararnir enntá vóru ein leikari minni á vøllinum, tí at Frida Johannesen [...] so tað, at StíF kundi fara til hálvleiks við eini tveymálsleiðslu áljóðandi 10-8. Hamskift Kyndlalið Tað var eitt nógv meiri uppsett Kyndlalið, sum kom út til seinna hálvleik. Verjan fór nú at virka, sum
noyddan til sjálvur at fara inn á vøllin, og hóast hann var mansvardur allan dystin, so gjørdi hann ikki mætari enn at skjóta øll trý tey seinastu málini hjá Kyndli fyri steðgin, so at gestirnir kundi fara [...] Somuleiðis gjørdist tað dýrt hjá Kyndlamonnum, at teir fingu nógvar og býttar útvísingar. Tað skal tó nevnast, at ta einu ferðina átti Hannis Wardum ikki at verða útblakaður, men annar dómarin »hoppaði« [...] støðuna verri. Hinvegin kunnu teir í Kyndli bert ilskast inn á seg sjálvar, tí at teir hava bert sær sjálvum fyri at takka, at teir ikki avgjørdu dystin til egnan fyrimun. Summir av leikarunum hildu ikki
november 1994? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita. Sjálvt um fútin lat landsstýrið »lokka seg« at fara undir Heygadrang, átti hann at havt sett seg niður at hugsa seg um áðrenn hann helt fram eftir [...] undrandi fjøld, at eftir eru fýra skip, restina hevur hann so hvørt verið noyddur at krøkja av, helst við ringum tannabiti. Ikki fyrr enn nú faá vit at vita, hvørjar grundirnar eru til at so lítið er komið [...] sum hann átti at verið enn meira sannførdur um, at upprunaliga metingin var tann rætta. »Orsøkin til, at málið dregur út, er fyrst og fremst »af ressourcemæssige årsager«. Fútin veit, at hendan umberingin