Onki kom burtur úr ætlanum hjá føroyingum at fara til Grønlands at rógva út við deksbátum fyrrenn í 1950. Tá fóru tveir deksbátar yvir við føroyska damparanum »Oyrnafjalli«. Jens Rasmussen í Sørvági átti annan og Berint Johannesen í Kollafirði átti hin.
Jens hjá Víka Liasi fekk sær tilhald úti í Føroyingahavnini, har skipini plagdu at liggja, men Berint fór at leita sær eftir nýggjum plássi at seta seg niður.
Hetta er ein av teimum mongu søgunum, sum Jógvan Arge greiðir frá í teirri nýggju bókini um føroyingar í Grønlandi. Millum heimildarmenn hansara er sonur Berint á Todnesi, Oddmar Johannesen, sum var við pápa sínum hetta árið 16 ára gamal.
»Vit vóru har yviri í 1950, pápi, eg og pápabeiggi mín Axel. Vit fóru yvir við damparanum »Oyrnafjalli«, og høvdu ein lítlan deksbát við okkum, sum pápi hevði keypt frá manninum, sum passaði ravmagnsverkið í Botni í Suðuroy. Hetta var ein gamal bátur, sum hvalbingar eina ferð høvdu átt.
Báturin æt »Brandur«. Hann var súðubygdur, hevði krússarahekku og eitt sindur sneitt stevni. Hann var sum ein seksæringur til longdar, 30-32 fót. Motorurin var ein fimm hesta Dan við opnum krumtapshúsi«.
Settu seg í Kollafirði
Teir komu í Føroyingahavnina ein seinnapart, fingu bátin á sjógv og fóru so út í Føroyingahavnina. Har løgdu teir bátin uppá síðuna á lektaranum hjá Brockie, og fyrstu náttina hildu teir til í einum kamari undir dekkinum á lektaranum.
Tað var hálvfløtt, tá teir bundu um kvøldið, og teir mundu komið heilt illa fyri. Morgunin eftir var fjarað, og báturin lá á liðini, men hann var ikki sokkin, og so væl var útgerðin surrað á dekkinum, at onki var rósað av bátinum.
»Vit høvdu kort yvir Føroyingahavnina við okkum og fóru nú at leita eftir einum hóskiligum stað at seta skúrin. Úrslitið var, at vit settu okkum í eina lítla vík suður frá Den Smukke Ø, sum er ytsta víkin á sunnara armi á fjørðinum«.
Hendan víkin var breið úti við munnan, men smalkaði á miðjuni og breiðkaðist so aftur innari. Har funnu teir eitt pláss á vestursíðuni innanfyri sundið. Hetta var kyrrupláss og skjótt var at koma út. Síðani hevur víkin millum føroyingar ikki verið nevnd annað enn Kollafjørður eftir niðursetumonnunum.
Her settu teir tríggir skúrin upp og fóru so smátt undir fiskiskapin við »Brandi«. Tað tók sína tíð at koma á lagið, og Oddmar minnist, at ein dagin, hann var umborð á »Oyrnafjalli«, helt skiparin Palli Sigurskjold fyri, at tað pliktaði at nevna bátin »Brandur«. Tá skuldi tú eisini vera brandur at fiska.
Brutu motorin
Teir sluppu heldur ikki undan øðrum trupulleikum. Sjálvan ólavsøkudag brotnaði motorurin. Svinghjólið loysnaði. Teir fingu ikki motorin at rigga aftur, og máttu gevast við hesum bátinum fyri summarið.
Berint hevði verið so hyggin, at hann uppá beráð hevði tikið motorin í bátinum, sum hann hevði heima, yvir við sær. Hann var av merkinum Carl Erik.
Í Føroyingahavnini lá eitt stórt fýramannafar, sum hoyrdi til vágssluppina »Maritanu«. Berint fekk kontrollørin Johan Møller at hjálpa sær at fjarrita heim til reiðaríið um at fáa bátin til keyps.
Svar kom aftur beinanvegin, at tað var í lagi, og ikki var báturin dýrur. Kostaði 200 krónur. Teir settu nú Carl Erik motorin í hann og róðu út við hesum báti tað, sum eftir var sumrinum.
Axel fór sum fýrbøtari við damparanum »Madonnu« hjá Charles Mauritzen tíðliga í august, og Berint og Oddmar vóru eftir eina tíð. 3. september fór Oddmar úr Føroyingahavnini við sluppini »Galatheu« úr Heiðunum.
Hann ætlaði sær heim at hoyggja, tí bara mamman og tey yngru systkinini vóru heima, men hetta var ein drúgv ferð. Tað gingu heilir 21 dagar, til hann var heima í Kollafirði.
Tá høvdu teir á heimvegnum verið inni á Reykjavík við trimum íslendingum, Hadda, Magga og Bjøssa. Í tveir dagar lá Oddmar á Skálafjørðinum og bíðaði eftir farti, og eitt kvøldið slapp hann til Havnar við rutubátinum.
Haðani fór hann til gongu í longum gummistyvlum eftir oynni norður til Kollafirðar. Hann var móður, tá hann kom til hús. Klæðsekkin læt hann standa eftir umborð á bátinum og fekk hann dagin eftir, tá báturin kom á Kollafjørð.
Berint kom ikki heim í sama farti sum sonurin. Hann vildi royna eitt sindur aftrat í Føroyingahavnini.
»Togo« fer á land
Í 1951 hevði Berint á Todnesi ein størri 8 hesta Carl Erik við sær at installera í deksbátin »Brand«. Hetta summarið vóru Berint og Oddmar tveireinir úti í Kollafirði.
Yviri í Føroyingahavnini keyptu teir ein norskan snurpubát, sum stóð uppi á landi. Teir bygdu oman á hann, gjørdu lugar og last og brúktu hann sum statión. Fiskurin var saltaður í hann.
Hetta árið mannaði Jens hjá Víka Liasi seg aftur við »Tokuni«, sum sørvingar nevndu bát hansara. Hann hevði fingið tann roynda skiparan Jeffri Durhuus í Garðastovu í Vestmanna at dríva bátin, meðan hann sjálvur passaði motorin. Teir høvdu fimm mans aftrat sær.
Javnan nevndi missionerurin í Føroyingahavnini í tíðindum heim til Dimmalætting hetta summarið, at »Togo« hevði góðan fiskiskap og lá millum 1100 og 1500 fiskar á dekk um dagin.
Tá hinir móti heysti fingu sær fart heim, var Jens eftir saman við einum manni og helt fram við útróðrinum. Teir plagdu at hava ein lítlan bát við »Togo«, og eitt kvøldið komu teir báðir rógvandi inn í Føroyingahavnina við tí lítla bátinum.
»Eg minnist, eg spurdi Jens, hvar »Togo« var. Hann svaraði, at hann lá á havsins botni úti við handan óreina boðan«, greiðir Oddmar Johannesen frá.
Hesin boðin er nakað norður úr Svartaskeri úti fyri Føroyingahavnini og stendur sum ein sáta upp úr botninum. Hann var so lúnskur.
Teir høvdu ligið og fiskað har og fingið nakrar fiskar, men báturin rak alla tíðina móti boðanum. Tá hann var komin nakað nær, startaði Jens motorin og sigldi aftur á aftur.
Men einaferð startaði motorurin ikki. Krumtapsaksulin brotnaði. Teir komu nærri og nærri boðanum, og at enda var ikki annað at gera, enn at fara í tann lítla bátin.
Tað var so skjótt, at eitt brot blakaði »Togo« uppá boðan, og næsta brotið tók hann til botns. Tað var endin á »Togo« hjá Jens hjá Víka Liasi.