útav, at tey vóru vilst. - Vit høvdu misskilt onkra leiðbeining, sum vit fingu áðrenn túrin, og vóru komin á heilt skeiva leið. Men her var so einki annað at gera enn bara at royna at finna oman aftur [...] ðina at arbeiða í ? - Eg hevði hug til at royna okkurt nýtt, og tí setti eg meg í samband við Nord Jobb, sigur Haraldur. Hann leggur afturat, at hann áðrenn fráferðina úr Íslandi hevði hoyrt, at Føroyar [...] Øll tey ungu sótu uttanfyri, og tey flestu vóru so rúsaði, at ikki bar til at tosað við tey. So býtúrurin hjá okkum avmarkaði seg til einans at vitja eina grillbarr, flenna tey, meðan prátið gongur um munin
mikið av handverkarum skulu vera til arbeiðið á skúlanum. Asbjørn sigur, at hann hevur gjørt vart við hetta, og so vónar hann, at tað verður tikið til eftirtektar, soleiðis at sama støða ikki tekur seg upp [...] bókagoymslu, sigur Asbjørn og leggur aftur at, at tað lekur ikki niður gjøgnum tekjuna har, sum bókagoymslan er. Asbjørn sigur, at ikki kann dyljast yvir, at skúlin hevur ikki verið raðfestur serliga høgt [...] námsfrøðiliga ráðið, tað sum fyrr var lærararáði, mæla kommuni til at samtykkja at stovurnar verða umvældar. - So eg dugi illa at ímynda mær, at tað ikki verður samtykt, sigur Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri
Miðvágs Kommunu, sigur, at arbeitt verður við at fáa økið liðugt byggibúgvið, áðrenn fólk sleppa í gongd við byggingina. Við hesum sipar hann til at bygdarráðið metir tað skilabest, at slíkt sum vegir og vatn [...] og hvat nú er at gera hjá kommununi, skal vera liðugt, áðrenn alt ov nógv ferðsla gerst á byggiplásisnum. Tað er hesum, arbeitt verður við nú. Fyrsta stigið er at fáa 12 grundstykki oman fyri verandi veg [...] gar frá fólki, sum ynskja at koma aðrastaðni frá til Miðvágs at búgva. Eisini tykist áhugi vera fyri at keypa eldri hús í bygdini. Tað er serliga fólk, sum flutt er burtur, ið tykist vilja koma aftur til
úti í hagnum. Hann man vera fairn at húsum sama veg, sum eg sá hann koma. So oman millum likkurnar, sum eru farnar at savnast her omanvert garðin. Tað er ov tíðliga enn, til at tær hava vorpið, men í tær [...] Vendi mær einar tvær ferðir at hyggja at landslagnum. Har stendur Klovningur og sær út, sum vil hann fyri alt í verðini sleppa at landi aftur. Tað tykist, sum hevur hann angrað, at hann loysti frá oynni, hóast [...] veit, at hann er her. Hyggi inn í skorarnar. Flesaskorarnar hevur Heini einaferð sagt mær, at tær nevnast, so tað man vera á eini leið. Nevndar eftir flesini, sum liggur fyri landi, vildi hann vera við.
Tann, sum av og á - fyri ikki at tala um regluliga - ferðast um Vestmannasund, sannar skjótt, at tað er verri enn so altíð, at tíðirnar í ferðaætlanini halda. Ikki tí, at siglt verður ov lítið. Heldur [...] steðg. Heldur verður tað soleiðis, at hesir steðgir, ið vera skuldu, gera tað møguligt at koma inn aftur í ferðaætlanina. ?Ikki er óvanligt, at vit ein arbeiðsdag upp á 16- 18 tímar sigla einar 22-24 túrar [...] av, at Sam skal sigla um Vestmannasund hesa seinastu Vestanstevnuna, áðrenn undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk. Tað fer ivaleyst at fáa nakað av fólki at gera túrin vestur, tí tey tá vita, at ferðslan
vænta, at nú fer hvør maður í Vágum at royna at gera Sámali Mathiasi kynstrið eftir og vilja vera besti rekamaður á staðnum. Søgan er tann, sigur Sólfríð Fjalsbak, formaður í stevnunevndini, at tey fara [...] tiltakinum er, at hesir træpinnarnir verða sleptir í ánna oman fyri Bygdarhúsið og skulu so reka oman á byrgingina. Tann rekin, sum fyrstur verður á mál, vinnur høvuðsvinningin. Aðrir vinningar vera eisini. Tað [...] minni kend listafólk fara at vísa síni verk fram. Men eisini annað áhugavert verður at síggja í skúlanum á Vestanstevnu. Fólk hava ymisk áhugamál, og summi hava góðan hug at samla. Bæði líkt og ólíkt.
teknmálið at samskifta við, meðan hoyribrekað ofta vera uttanfyri bæði millum tey hoyrandi og tey deyvu. Tað er ofta sera einsligt at vera hoyribrekaður. Tíverri eru alt ov mong, sum ikki orka at viðurkenna [...] føðingardagsynski: 1. At Sjónvarp Føroya fer at teksta føroyskar sendingar og fær tekstvarpið at virka, so at eisini vit fáa tíðindi um tað, ið fyrferst í samfelagi okkara. 2. At telelykkir verða á øllum [...] Tá hugsað verður um, at tey, ið fáa hoyribrek at dragast við, ofta fáa tað sum arbeiðsskaða, tí at ov nógvur gangur er á arbeiðsplássi teirra, so er tað ikki meira enn rímiligt, at tey fáa so góða hjálp
hittast teir til hockey spæl í fimleikarhøllini. Og um summarið plaga teir so at ganga túrar, tá tað viðrar. - Vit plaga at vera ellivu mans, men hetta kvøldið vóru vit so fimm. Ein skuldi koma afturat, men [...] longri niðri, og so avgørdu vit at steðga at bíða eftir honum. Meðan vit bíða, hoyra vit eitt øgiligt buldur. Vit vistu ikki beinanvegin, hvat tað var, men so sóu vit, at tað var eitt omanlop ? einans 50 [...] rakti eitt av teim nýggju rørunum, so vatnið stóð í stríðum streymum oman gjøgnum bøin. - Tað var sera heppið, at vit gjørdu av at bíða eftir okkara sætta manni, ella høvdu vit staðið mitt í tí, tá tað
vanligt er. Men hjá tí, sum plagar at ganga fjøllini, er væl eingin ivi um, at í dag er ikki at hugsa um annað enn at fara. Jú, so ringir telefonin við boðum um at vera klárur um ein lítlan tíma. So hittast [...] Minst. Børnini eru við sum vera man, og ein heil familja, sum komin er úr Danmark at halda summarfrí. Øll vaksin fólk, so hetta fer at muna væl í rakstrinum. Seinni vísti seg, at eisini á rættini gjørdi tað [...] havi hug at koma við. Jú, tað er sjálvsagt. Slík boð er ikki fyri neyðini at endurtaka. Svarið er ja. Hósmorgun. Klárt upp á hvønn tind og lýtt. Sólin er ikki reiðiliga frammi, men hevur hug at kaga ígjøgnum
vísti á, at krígstíðin hevði eina sera stóra ávirkan á lokalsamfeløgini í Føroyum, og hetta lýsti hann við at siga, at t.d. á Nesi vóru helst fleiri hermenn enn íbúgvar annars. - Vit hava roynt at gera eitt [...] møguleiki fyri, at tað kunnu skapast viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri áhugamálini hjá báðum pørtum. Tað var ?drama? Jógvan segði, at tað var 10. apríl 1940, at Churchill gav boð um at herseta Føroyar [...] myndamappuni hjá pápanum, til Sosialin og ynskti at fáa at vita, hvørji hesi fólkini vóru. Myndin var ikki meira enn prentað í blaðnum, tá ið fólk fóru at gera vart við seg, og skjótt hevði David navnið