Í hesum døgum eru 10 ár síðan, at Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum var sett á stovn.
Tað vóru norðurlendsku feløgini fyri hoyribrekað, sum á sinni tóku stig til, at felagið var stovnað. Hesi feløg samstarva í felagsskapinum Nordiska hørselsskadades samarbetskommité og til tess at fáa føroyingar við í hetta samstarv, gjørdu tey av at halda evnisdagar sínar í Føroyum í juli 1992. Hetta var gjørt í samráð við Meginfelag teirra brekaðu og við hollum stuðli frá starvsfólkum á Skúlinum á Trøðni. Fleiri áhugaðir føroyingar við hoyribreki tóku lut í evnisdøgunum og 11. juli 1992 varð tikið samanum og stovnandi aðalfundur hildin í felagnum, sum fekk navnið Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.
Felagið hevur til endamáls at savna øll tey, ið á einhvønn hátt eru hoyribrekað - bæði tunghoyrd og deyvblivin t.e. tey, ið missa alla hoyrn, tá tey eru vorðin vaksin. Somuleiðis eisini tey, ið líða av Tinnitus og Meniére og felagið er eisini fyri foreldur at hoyribrekaðum børnum. Øll kunnu gerast limir í felagnum.
Tey, ið eru hoyribrekað, liva undir heilt øðrum treytum enn tey, ið eru fødd deyv. Tey deyvu hava sína ríku deyvamentan og teknmálið at samskifta við, meðan hoyribrekað ofta vera uttanfyri bæði millum tey hoyrandi og tey deyvu. Tað er ofta sera einsligt at vera hoyribrekaður. Tíverri eru alt ov mong, sum ikki orka at viðurkenna hoyribrek sítt, og hjá teimum verður trupulleikin enn størri. Felagið fyri hoyribrekað vil gera vart við, at tað er eingin skomm ikki at hoyra. Nógv hjálpartól eru til teirra, sum viðurkenna, at tey hava hoyribrek. Men vit mugu í fyrsta umfari sjálvi leita okkum hjálp.
Hesi 10 árini hevur felagið havt fundir minst 2 ferðir um árið. Evnini hava verið mong og alla tíðina hava vit eftir førimuni roynt at fylgt við í, hvussu umstøðurnar hjá hoyribrekaðum í Føroyum eru. Leingi var tað so, at vælferðin hjá hoyribrekaðum stóð og fall við einum persóni: ein oyrnalækni var í landinum og ein persónur arbeiddi á Hoyrnardeildini á Sernámsdeplinum. Hoyrnardeildin skuldi syrgja fyri, at hoyritól vórðu útflýggjað og tillagað. Hon var og er ein lívlína hjá okkum hoyribrekaðu, og tað er av allar størsta týdningi, at vit altíð kunnu fáa hjálp har, tá hoyritólið verður í ólagi ella okkurt annað er áfatt. Tá hugsað verður um, at tey, ið fáa hoyribrek at dragast við, ofta fáa tað sum arbeiðsskaða, tí at ov nógvur gangur er á arbeiðsplássi teirra, so er tað ikki meira enn rímiligt, at tey fáa so góða hjálp, sum gjørligt, ja, tá er hjálpin ikki ein útreiðsla hjá tí almenna, men ein vinningur, tí hjálpartólið kann halda tí hoyribrekaða í vinnu heldur enn at gerast bundnan at almennari forsorg.
Fyri stuttum flutti Hoyriklinikkin av Sernámsdeplinum og oman á Landssjúkrahúsið. Vit hava nú á fyrsta sinni serútbúgvið fólk á hoyriklinikkini og vónir um, at hoyriklinikkin fer at mennast, sum árini líða. Tað meta vit sum eitt stórt framstig.
Hesi 10 árini, ið farin eru, eru onkur framstig hend, men enn er nógv, sum treingir til bata og Felagið fer eisini framyvir at fylgja við í, hvussu umstøðurnar hjá hoyribrekaðum eru. Fyrst og fremst er tað okkara ynski, at hugsað verður um allan gangin í umhvørvinum uttan um okkum, sum skaðar hoyrnina hjá fólki. T.d. hugsa vit um tann harða tónleikin, sum gevur ungfólki hoyribrek at dragast við á alt yngri aldri, og um umstøðurnar umborð á skipi og í vinnuni sum heild. Verjið hoyrnina, tí tá hon er mist, fæst hon aldrin aftur og tað er missur, sum svíðir. Tað vita vit av ringum royndum.
Harumframt hevur felagið tvey stór føðingardagsynski:
1. At Sjónvarp Føroya fer at teksta føroyskar sendingar og fær tekstvarpið at virka, so at eisini vit fáa tíðindi um tað, ið fyrferst í samfelagi okkara.
2. At telelykkir verða á øllum almennum støðum og alla staðni, har nógv fólk savnast, so at eisini hoyribrekað kunnu fara til tónleik, sjónleik, fundir og onnur tiltøk og fáa tað við, sum sagt verður.
Øll hesi 10 árini hava vit so av og á heitt á Norðurlandahúsið um, at tey fáa sær eina virkandi telelykkju. Enn er einki hent. Tað er ússaligt, at fremsta mentanarhús í landinum, goldið av norðurlondum, skal vera so illa útgjørt.
Sjálvan føðingardagin 11. juli verður einki gjørt burturúr, men vit ætla at halda dagin seinni í ár. Felagið hevur nú umleið 200 limir. Í nevndini eru Nicolina Dahl, formaður, Katrin Rubeksen, Jórun Johannesen og Jákup Danielsen.










