Kommunuprát
Miðvági:Byggibúgvingin hjá Miðvágs Kommunu Norðuri í Heiðum skal gerast liðug, so fólk kunnu sleppa í gongd við at byggja. Ætlanin umfatar 26 grundstykki, men einir 30 fyrispurningar eru um grundstykki, sigur borgarstjórin. Eisini aðrastaðni í bygdini verður møguleiki at fáa grundstykki.
Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvágs Kommunu, sigur, at arbeitt verður við at fáa økið liðugt byggibúgvið, áðrenn fólk sleppa í gongd við byggingina.
Við hesum sipar hann til at bygdarráðið metir tað skilabest, at slíkt sum vegir og vatn, kloakkir og el, og hvat nú er at gera hjá kommununi, skal vera liðugt, áðrenn alt ov nógv ferðsla gerst á byggiplásisnum. Tað er hesum, arbeitt verður við nú.
Fyrsta stigið er at fáa 12 grundstykki oman fyri verandi veg. Síðan verður farið oman um vegin, og har skulu 14 grundstykki fáast.
Ein ætlan við fýra raðhúsum er á veg Norðuri í Heiðum, sigur borgarstjórin. Tey verða bygd á tvey grundstykki. Annars eru ætlanir um grundstykki á Kirkjabø og Uppi í Húsi.
?Tað er nú einaferð so, at fólk vilja fegin seta búgv har, tey eru uppvaksin, sigur Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri.
Um útstykkingina Norðuri á Heiðum sigur hann, at har eru eisini fyrispurningar frá fólki, sum ynskja at koma aðrastaðni frá til Miðvágs at búgva. Eisini tykist áhugi vera fyri at keypa eldri hús í bygdini. Tað er serliga fólk, sum flutt er burtur, ið tykist vilja koma aftur til Miðvágs, sum spyr um tað, sigur borgarstjórin.
Hinvegin hevur vinnan ikki víst sama áhuga at koma til Miðvág, nú undirsjóvartunnilin verður veruleiki, sigur hann.
Barnaansingin
Umstøðurnar hjá barnaansingini í Miðvági verða munandi betraðar. Gamli Skúli verður gjørdur í stand til endamálið.
Tað verður í løtuni lagt nýtt tak á Gamla Skúla í Miðvági. Hann skal brúkast til barnagarð, tá hann er settur í stand, sigur borgarstjórin.
Tað fáast tríggjar stovur í niðaru hæddini til barnagarðsbørnini at ganga í. Tað verða tey smærru børnini, sum fara at halda til í niðaru hædd, meðan tey størru fara at húsast á loftinum.
Miðvágs Kommuna hevur eina tíð havt sonevndan útibarnagarð, har størru børnini í barnagarðsaldri hava gingið, meðan tey yngru hava verið í dagrøkt.
Hóast Gamli Skúli nú verður gjørdur til barnagarð, verður dagrøkitin kortini ikki heilt niðurløgd, sigur Jóan Pauli Fredriksen, borgarstjóri.
Gamli Skúli hevur fyrr verið nýtur til ymisk endamál. Eitt nú hevur dagrøktin verið í bygninginum nakrar dagar um vikuna, eins og skótarnir eisini hava hildið til har. Okkurt annað frítíðartiltak hevur eisini verið í Gamla Skúla. Men hesi tiltøkini verða nú noydd at flyta, sigur borgarstjórin.
Kommunan ætlar kortini ikki, at tey, sum húsast hava í Gamla Skúla, skulu vera húsvill. Samráðingar eru í løtuni við Brøðrasamkomuna um keyp av Salem, sum so ætlandi kann gerast til bygdarhús ella so, sigur borgarstjórin.
Brøðrasamkoman hevur í umbúna at byggja nýtt við betri parkeringsmøguleikum aðrastaðni í bygdini, og er tí áhugað í at selja gamla samkomuhúsið, sum kommunan saktans kann brúka, sigur hann. Málið er kortini ikki avgreitt enn, tí eitt nú øki ikki er funnið at byggja nýtt samkomuhús á.
Viðlíkahald
Í aðrar mátar er tað mest viðlíkahald, sum stendur á skránni hjá Miðvágs Kommunu í komandi tíð.
Kommunalir vegir eru nógvir, og teir eru ikki í serliga góðum standi allir, letur borgarstjórin at. So tað fyrsta verður at asfaltera vegir, sigur hann. Í ár er ein millión sett av til hetta endamálið, men hon røkkur veri enn so til alt asfaltarbeiðið, sum neyðugt er. So tað fer at ganga yvir nøkur ár.
Umframt verður vist neyðugt at leggja nakrar nýggjar vegir, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at ikki altíð hevur veirð hugsað nóg langt, tá útstykkjað hevur verið, tí ov nógvar brekkur eru í Miðvági.
Eisini eru vegir, sum treingja til ábøtur ella kanska nýgerð. Eitt nú vegurin niðan í Kálvalíð, har rættiliga nógv ferðafólk kemur. Har er ringt at koma til við bussum. So tað verður eitt mál, sum takast má upp nakað skjótt, heldur borgarstjórin í Miðvági.
Tvær eru bygdirnar í Miðvágs Kommunu. Umframt Miðvág hoyra eisini Vatnsoyrar til kommununa.