Várgonga
Slættanes:Kend fuglaljóð, luktur av haga og tutlandi áarløkir, sum ein hevur sæð, hoyrt og merkt so ofta fyrr, gerast sum spildurnýggj upplivilsi, hvørja ferð, gingið verður á føroysku fjøllunum.
Telefonin ringir seint mikukvøldið. Fjallboð á Slættanesi í morgin ári. Um eg havi hug at koma við. Jú, tað er sjálvsagt. Slík boð er ikki fyri neyðini at endurtaka. Svarið er ja.
Hósmorgun. Klárt upp á hvønn tind og lýtt. Sólin er ikki reiðiliga frammi, men hevur hug at kaga ígjøgnum, tó hon vinnur ikki rættiliga á skýloftinum.
Eri nakað tíðliga á veg, tí enn hevur eingin ringt og sagt frá, um farið verður, soleiðis sum vanligt er. Men hjá tí, sum plagar at ganga fjøllini, er væl eingin ivi um, at í dag er ikki at hugsa um annað enn at fara.
Jú, so ringir telefonin við boðum um at vera klárur um ein lítlan tíma.
So hittast vit, so heilsast vit, og biða góðan morgun. Tað legst til. Vanlig fjallskipan er hetta ikki, uttan kanska hálvonnur. Minst. Børnini eru við sum vera man, og ein heil familja, sum komin er úr Danmark at halda summarfrí. Øll vaksin fólk, so hetta fer at muna væl í rakstrinum. Seinni vísti seg, at eisini á rættini gjørdi tað rættiliga góðan mun.
Farið verður úr Sandavági norður á Oyrargjógv, har tríggir bátar standa og bíða eftir okkum.
Útgerð og fólk verður skipað inn, og síðan hildið norður við landinum. Æðurnar liggja allan veg fram við landi. Nógvir ungar tykjast vera komnir á sjógv í ár, og flokkarnir eru stórir.
Stuttligt at síggja tær í flokki. Einir fýra fimm vaksinir fuglar við upp mót 20 ungum. Varnar, tá vit nærkast. Summar halda út á Sundið, meðan aðrar eru meira listinlærdar og goyma seg innanskers. Fara millum steinarnar, sum standa leysir úr landi ella bara kroysta seg upp móti klettinum í vón um, at vit kortini einki fara at gera teimum.
So eru vit á Ørgusgjógv og leggja at lendingini, har er. Mestsum øll skipanin fer upp her. Trý fólk eru eftir á báti og skulu sigla norður á Slættanes.
Men nú loypur av, so ein bátur verður tikin upp í mølina inni í gjónni. Kyrt er, so einki er at óttast. Hann taka vit á veg heim aftur í kvøld.
Farið verður til gongu, meðan tey trý í øðrum bátinum hava hin upp á sleip norðureftir.
Á tann vælsignaði morgun. Tað luktar av haga, og ljóðar av honum eisini. Fuglurin letur so fagurliga, og væl tykist vera til av honum her norðuri.
Alt tykist so nýtt og ókannað, hóast ein hevur upplivað hetta at ganga í haganum soleiðis umaftur og umaftur.
Likkurnanr leika í, sum teimum er vant, og grundin er sjálvandi, at vit koma ov nær teirra øki. Finna ein skura, sum í síni fávitsku hevur stungið høvdið undir ein bakka í teirri trúgv, at tá hann einki sær, er heldur eingin, sum sær hann. Men tað gjørdu vit kortini. Hann varð tó verandi eftir har, hann eigur at vera.
Í erva síggja vit miðvingin, sum komin er í samgongu. Hann gongur á røðini. Hevur tveir hundar við. Okkar fólk kemur í ódn so við og við, og at enda hópast teir í erva. Tosa saman eina løtu, og fara so hvør sín veg. Vit fara at reka.
Raksturin gongur væl, og vit eru í rætt um middagsleitið við allari gonguni einaferð.
Tað er framstig í mun til, tá rikið varð tvær ferðir, tosa teir, sum vanir eru at ganga á fjall her norðuri.
Tá skuldu teir fyrst einaferð á rættina at royta, og síðan aftur í fjallið. Í dag verður tað, sum ikki gongur í rættina fyrstu ferð, gangandi eftir í bønum iannan fyri hegnið. So er eingin vegur at fara eftir tí, tá liðugt er at royta tað, sum í rættini er.
Men tá alt var liðugt, varð ullin løgd oman á helluna, og eldur settur á. Soleiðis fer.
Aftur á báti siglandi suður gjøgnum Vestmannasund mettu menn, at svidnaroykurin merktist heilt á Oyrargjógv undan mjúka lotinum, sum móti kvøldið legði suður gjøgnum Sundið.










