Ongar umfatandi umvælingar á skúlan á Ziskatrøð í summar

Arbeiðið upp á skúlan má sjálvsagt gerast í frítíðunum, og upprunaliga ætlanin var, at í summar skuldi tann niðasta gongdin og allur tann bygningurin, sum er gamli skúlin, verða liðugt umvæld. Eisini skuldu alis og lívfrøðisstovurnar gerast í stand. Men orsakað av manglandi handverkarum, verður henda ætlanin nú av ongum

Klaksvík:
Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri harmast um, at arbeiðið ikki verður gjørt liðugt nú í summar, men hann sigur, at har er ikki nógv at gera, tá arbeiðsfólkið ikki er til taks. Tí tað eru so umfatandi umvælingar, sum skulu gerast yvir eitt tíðarskeið upp á einar 6 vikur, meðan børnini eru í summarfrí. Tá skulu nógv arbeiðsfólk til.
Alt skal umvælast bæði innan og uttan. Tað vil siga, at bygningurin skal klæðast og vindeygu skulu skiftast út. Innan skal alt loftið takast niður og skiftast, lenolium skal eisini skiftast og eisini er talan um, at veggirnir mugu isolerast . So stutt sagt, skal alt gerast av nýggjum.
Ætlanin var eisini at gera alis og lívfrøðisstovurnar í stand. Tað vil siga veggir, loft og gólv, og so skuldu nýggir møblar og nýggj amboð keypast. Men hetta arbeiðið verður heldur ikki til nakað í summar.
Peningur er játtaður til hetta endamálið. Tríggjar milliónir krónur standa játtaðar á fíggjarlógini til ístandgerð av skúlanum á Ziskatrøð í ár.
Skúlastjórin setur spurnartekin við, um ikki tílíkt krevur longri tíð til at verða tilrættislagt. Her hugsar hann um, at fíggjarlógin verður ikki samtykt fyrr enn árið næstan er liðugt, og nú síggja vit, at tað er ikki nóg long tíð, um nóg mikið av handverkarum skulu vera til arbeiðið á skúlanum.
Asbjørn sigur, at hann hevur gjørt vart við hetta, og so vónar hann, at tað verður tikið til eftirtektar, soleiðis at sama støða ikki tekur seg upp aftur komandi ár.

Stovur gerast í stand
Asbjørn er komin við einum uppskoti um, hvat so kann gerast við skúlan í staðin fyri, sum eitt plástur upp á sárið.
Skúlin hevur skotið upp, at ein partur av teim játtaðu pengunum í staðin verða nýttir til møblar og ymiskt annað í tær 15 skúlastovurnar á skúlanum, sum enn ikki eru settar í stand.
- Hetta arbeiðið er mett at kosta umleið eina millión, og verður tað góðkent, so verða restin av pengunum settir í ein grunn, sigur skúlastjórin á skúlanum á Ziskatrøð.
Sum nú er, eru tíggju skúlastovur settar í stand. Tær stovurnar eru á ovastu hædd í bygninginum, sum vendir oman og niðan framvið Ziskagøtu. Í teimum stovunum eru nýggir møblar, nýggjar talvur og uppslagstalvur. Eisini eru nýggj skáp, uppivørpa, band og fløguspælari. Umframt hetta eru eisini nýggj kort.
Asbjørn heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at nýtt ein part av pengunum til hetta arbeiðið. Men enn hevur hann ikki fingið svar frá kommununi. Hann sær tað ikki sum nakran trupulleika, at alt verður skift út, áðrenn veggir og loft verða sett í stand, tí allir møblarnir og annað nýtt inni í stovunum kann takast niður og út úr stovunum, meðan tær verða settar í stand ? vónandi í komandi ári.

Virðingin minkar
Onki hevur verið gjørt við skúlan á Ziskatrøð síðani fyrst í áttati árunum. Tá varð hann málaður innan og uttan. Og upp í gjøgnum árini er skúlin farin serstakliga illa. Tað lak illa niður gjøgnum tekjuna og inn gjøgnum vindeyguni. Serliga á teimum síðunum sum venda móti ættunum. Onkrar morgnar komu børnini inn í stovurnar og tað fleyt í vatni um tað heila. Hetta hevur sjálvsagt verið ein ótolandi støða bæði fyri børn og lærarar.
Asbjørn sigur, at tað hevði eisini fleiri smá herverk við sær, tí børnini missa virðingina fyri hølunum. Asbjørn sigur eisini, at trivnaðurin á skúlanum versnaði av vánaligu umstøðunum.
- Hetta sást best nú, eftir at nakrar stovur eru settar í stand. Lærarar og næmingar vilja illa út úr aftur stovunum, tá tey fyrst eru komin inn. Og harafturat, hava stovurnar so at siga fingið frið. Næmingarnir lata seg úr skógvunum, áðrenn tey fara inn. Tað er gott nokk eftir áheitan frá mær, men tey gera tað.
Flokkarnir og lærararnir, sum halda til í teim stovunum, sum ikki er settar í stand enn, vilja sjálvandi eisini sleppa inn í onkra av teimum ístandsettu stovunum, og Asbjørn sigur, at hann roynir eftir besta førimuni at eftirlíka ynskjunum hjá teimum. Men tað ber ikki til at gera øllum til vildar, tí talan er jú um einans tíggju stovur.
Annars eru tekjan og vindeyguni skift út nú, so leki er ikki nakar trupulleiki longur. Tann einasti parturin av skúlanum, sum enn ikki er taktur av nýggjum, er bygningurin, har gamla fimleikarhøllin er. Tann bygningurin er so heldur ikki klæddur uttan enn. Men gamla fimleikarhøllin verður, sum so, ikki nýtt til nakað, sum nú er.
- Ein lítil partur verður tó nýttur til bókagoymslu, sigur Asbjørn og leggur aftur at, at tað lekur ikki niður gjøgnum tekjuna har, sum bókagoymslan er.
Asbjørn sigur, at ikki kann dyljast yvir, at skúlin hevur ikki verið raðfestur serliga høgt upp ígjøgnum níti-árini, men hann fegnast um, at tað nú tykist at verða komin vend í.
Um arbeiðið at seta skúlastovurnar verður gjørt í ár ella ikki, er endaliga upp til kommununa. Men verður tað samtykt, so verður tað gjørt í heystfrítíðini, sum er í oktobur.
Bæði skúlastýrið og námsfrøðiliga ráðið, tað sum fyrr var lærararáði, mæla kommuni til at samtykkja at stovurnar verða umvældar.
- So eg dugi illa at ímynda mær, at tað ikki verður samtykt, sigur Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri á skúlanum á Ziskatrøð.