Húsar: Tað er helst ikki á hvørjum degi, at hornblástur er á hoyra á dekkinum umborð á strandfaraskipinum Barsskor. Men tey fáu ferðafólkini, sum ein hósdag fyrr í mánaðinum fóru við hesum strandfaraskipinum [...] klaver og urgu í Klaksvík. Hesi seks ungu ferðafólkini við Barsskor á hansara næstseinasta hósdagstúri nakrantíð úr Kalsoynna eru øll á veg til Klaksvík í skúla ? Musikkskúla. Ein teirra er 14 ára gamla, Sólbjørg [...] heimbygdini Húsum. Lítil friður er á teimum yngstu, tí nú er klokkan vorðin so mikið nógv, at Barsskor longu er farin av Klaksvík. Løtu seinni síggja tey hann miðskeiðis á fjørðinum, og áðrenn tey vita av
var hon sjálv, sum mátti vinna á sínum egna smædni í byrjanini. Í filminum brúkar listamaðurin nevniliga eina unga, livandi nakna modell, sum hann mátar upp, teknar, snarar á, mátar umaftur aftur og aftur [...] frumsýndur í Keypmannahavn. Og jú, tey eru bæði glað fyri filmin, sigur Katrin. Niður á jørðina Spurningurin leiðir prátið inn á, í hvønn mun tað ber til at planleggja ein dokumentarfilm sum hendan. - Sjálvandi [...] , men eg havi eisini verið heppin við høvuðspersóninum. Hans Pauli letur veruliga hurðina upp á víðan vegg, sigur Katrin. Bíðar ikki eftir milliónunum ”Eingin kann gera tað perfekta” er sum nevnt tann
áðrenn tey tóku stig til at ferðast kring heimin við bili sínum. Tey vóru í Føroyum í síðstu viku á veg til Íslands. Bilurin hjá teimum er ein Saab 900 árgang 1992 við Toppola kampinghúsi omaná. Toppola [...] við at taka baklúkuna av bilinum og seta kampinghúsið omaná. Í kampinghúsinum er ein dupultsong oman á takinum og aftanfyri er t.d. vask, køliskáp og gasskomfýrur. Catharina og Bert siga at tey ongantíð [...] vóru væl nøgd við hjálpina tey fingu í Føroyum, so tey kundu halda leiðina fram víðari til Íslands. Á heimasíðuni www.dreamtrip.se eru myndir og ferðafrágreiðingar frá øllum londunum sum tey hava vitjað
Klaksvíkar, tí eg havi sitið á fundi í allan dag. Men eg nái so akkurát umborð, áðrenn teir fara avstað um eina løtu, sigur Henry sum er úr Leirvík. Her í Ánunum hava tey umborð á Navigator riggað til nýggjan [...] einum brosi. Tá Henry er umborð á skipum við tilfari, er vanligt at hann eisini steðgar eina løtu og fær sær eitt prát við manningina. Tað er sjálvandi altíð ójavnt, hvønn veg eitt slíkt prát fer. Í roynd [...] møguleika at stytta sær stundir við, tá tey hava frívakt. - Sjómonnunum dáma serliga væl, um sangur er á fløgunum, sigur Henry. Vanliga er tað Torleif Johannesen av Nesi, sum røkir hesar uppgávuna. Men hann
fyri at venda akfarinum, at skifta kós og byrja at koyra við somu ferð rættan veg: norðureftir. Tað er ikki líkamikið, hvønn veg vit koyra. Endamálið, sum kósin er sett fram ímóti, er avgerandi fyri, hvar [...] Seinastu árini eru vit farin at ferðast skjótt eins og á motorvegi longur inn í donsk ríkisviðurskifti: tvinnað longur inn í innanhýsis danskar talgildar skráir, longur inn í donsku fíggjarlógina, longur [...] Orkukeldan til hetta skjóttkoyrandi akfar okkara er peningur frá donskum løðistøðum, sum møta okkum á leiðini suðureftir, tá mentanartangin, talgildistangin, ítróttartangin, heilsutangin eins og aðrir tangar
Austfonna fjalir tað mesta av landnyrðingspartinum av Svalbard, men nýggjar mátingar vísa, at jøkulin er á veg út ímóti Barentshavinum við fullari ferð. Sambært mátingunum flytir hann seg tíggju ferðir skjótari
sum helst verður í tveimum. Fyrru ferð umborð á Smyrli, tá HB skal ferðast heim frá seinasta dystinum, og seinnu ferðina í HB-húsinum, har ársveitslan er á skránni tann 26. oktober. Eingin ivi Tað var nevnliga [...] tað teir, sum sótu á dystinum, men tað skal eisini leggjast afturat, at Skála ikki tóktist gera stórvegis, til tess at forða fyri yvirvágini. Teir appelsingulu vóru heilt víst komnir á vøllin við tí fyri [...] minuttir vóru farnir, lá bólturin fyri fyrstu ferð í Skála málinum. Gheorghe Callo fekk fatur á einum leysum bólti á Skála-hálvuni, men hann nølaði dekan ov leingi við bóltinum, heldur enn at senda burtur.
veður har gjørdi, at hon noyddist at seta seg í Kalifornia. Sunnumorgunin varð ferjan sett oman á ryggin á einum Boeing 747-flogfari, sum síðani flutti hana teir umleið 2.000 kilometrarnar til Florida. [...] tí rúmdarferðin vísti, at Discovery hevði somu trupulleikar sum ferjan Columbia, sum sprongdist á veg aftur til Jørðina fyri hálvum triðja ári síðani. Talsmenn hjá NASA hava sagt, at Discovery verður [...] Sunnudagin kom rúmdarferjan Discovery aftur til Kennedy-rúmdarstøðina í Florida, eftir at hon hevði staðið á Edwards-flogstøðini í Kalifornia, síðani hon kom aftur uttan úr rúmdini. Upprunaliga skuldi Discovery
síðani sá eydnan út til at vera við Mexico. Búskapurin var batnaður aftan á tað stóra búskaparskrædlið í 1995-96 og var á veg til at blíva størsta framgongd síðani 1981. Fleiri fólk komu í arbeiði og sjálvt [...] vikurnar. Seinastu viku fall virðið á pesoinum til 9,40 pesos fyri ein dollara. Búskaparfrøðingar søgdu fyri tveimum mánaðum síðani, at um virðið fór upp um 9 pesos var álitið á mexikanska búskapinum nærum heilt [...] krónur aftur. Andstøðan í undirhúsinum vil ikki ganga hesum á møti, og sjálvt tingmenn hjá PRI eru varnir við at stuðla hesum uppskoti. Aftan á 1995 kreppuna, sum koyrdi milliónir av fólki í óføri vegna
fótbóltsleikarin Hans Fróði Hansen leggur navn og rygg til. Vit á Rákinum hava prátað við eina rúgvu av fólkum um hárið á kropp¬inum og í neðra. Á óvísundaligu rannsóknarferð okkara í innasta urskóginum hava [...] broddur! Mótin er ikki bara uttan á klæðunum. Eisini undir klæðunum ræður eitt ávíst rák. Og sum vant gongur yngra ættarliðið undan, meðan tey meiri tilkomnu rista á høvdinum og skilja púrt onki. Síðan [...] Síðan einaferð í 90’unum hevur verið vanligt, at fólk ganga høgt upp í at snøgga sær hárið á kroppinum, eins væl og á høvdinum. Javnan hoyra vit orð sum »brasilian wax«, bikinilinjan og duskurin. Seinasta