Við gleðiboðskapinum umborð á skipini

Tey seinastu 90 árini hevur Føroyska Sjómansmissiónin arbeitt millum føroyskar sjómenn.
Tá verksmiðjutrolarin Atlantic Navigator herfyri fór nýggjan túr, var sjómanstrúboðarin Henry Christiansen sjálvandi ein túr umborð.

- Eg var nakað seinur til Klaksvíkar, tí eg havi sitið á fundi í allan dag. Men eg nái so akkurát umborð, áðrenn teir fara avstað um eina løtu, sigur Henry sum er úr Leirvík.
Her í Ánunum hava tey umborð á Navigator riggað til nýggjan túr, og manningin er so líðandi komin umborð. Um lítla løtu verður mynstrað og síðani siglt.
Úr bili sínum tekur Henry ymiskt tilfar í hondina, og skundar sær niðan landgangin og inn í messuna, har manningin er savnað.
Her er talan um kristiligar bøkur og bløð, umframt sjónbond og fløgur við upptøkum av sangi og øðrum. Hetta hevur manningin so møguleika at stytta sær stundir við, tá tey hava frívakt.
- Sjómonnunum dáma serliga væl, um sangur er á fløgunum, sigur Henry.
Vanliga er tað Torleif Johannesen av Nesi, sum røkir hesar uppgávuna. Men hann er í farloyvi, og tí verður Henry í hesum starvinum fram móti sumri.

Gleðiboðskapurin
Umframt arbeiðið sítt at vitja sjómanskvinnuringarnar kring landið, er hetta við skipavitjanum eitt annað av týðandi endamálunum við hesi missiónini, nevniliga at bera sjófólkinum gleðiboðskapin um Jesus.
Líkt er eisini til, at fløgur og bond verða dúgliga tikin fram umborð. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at menn biðja um meiri tilfar, tí tað gamla er vorðið slitið.
- Slíkt er hugaligt at hoyra hjá einum sjómanstrúboðara, sigur Henry við einum brosi.
Tá Henry er umborð á skipum við tilfari, er vanligt at hann eisini steðgar eina løtu og fær sær eitt prát við manningina.
Tað er sjálvandi altíð ójavnt, hvønn veg eitt slíkt prát fer. Í roynd og veru er tað sjómaðurin, sum avgerð tað.
- Eg havi sjálvur siglt alt mítt vaksna lív, so eg veit nøkulunda, hvussu eg skal koma í prát við teir og hvørji evni eru áhugaverd.
- Hinvegin so ynski eg eisini at tosa við teir um andalig viðurskifti. Tað er kanska ikki altíð so lætt, men eg geri tað, har eg føli at tað er rætt, sigur Henry Christiansen.