Við fullari ferð út í Barentshavið

Størsti ísjøkulin í Evropa, Austfonna á Svalbard, er á veg út ímóti Barentshavinum, og hann hevur ongantíð flutt seg so skjótt sum nú

Austfonna fjalir tað mesta av landnyrðingspartinum av Svalbard, men nýggjar mátingar vísa, at jøkulin er á veg út ímóti Barentshavinum við fullari ferð. Sambært mátingunum flytir hann seg tíggju ferðir skjótari enn fyri bara fáum árum síðani.

 

-Við hjálp frá fylgisveinum hava vit hildið eygað við Austfonna í mong ár. Tey seinastu 20 árini hava vit ikki sæð tær stóru broytingarnar, men kanningar hjá tí nýggja Sentinel 1A-fylgisveininum vísa, at jøkulin hevur flutt seg munandi skjótari tey seinastu tvey - trý árini enn frammanundan, sigur Andy Shepherd, professari lærda háskúlanum í Leeds, við bretska kringvarpið, BBC. 

 

Evropeiski rúmdarfelagsskapurin sigur, at enn ber ikki til at siga, hví Austfonna flytir seg so nógv skjótari nú enn fyrr.