Nýggi filmurin, ”Eingin kann gera tað perfekta”, um myndahøggaran Hans Paula Olsen, er tann fyrsti av trimum listafólkaportrettum hjá Katrini Ottarsdóttir. Við filmunum hevur føroyska filmskvinnan sett sær fyri, at vita, um tað ber til at finna inn til onki minni enn sjálva skapanartrongdina hjá einum listafólki.
- Filmarnir eru ætlaðir at vera ein ferð inn í ókent land, bæði fyri meg og fyri áskoðaran. Eg síggi fyri mær nakrar filmar, ið ikki ræðast at seta teir forvitnu og ”býttu” spurningarnar, sum fólk kanska ikki tora at seta listafólkum, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Forvitni sum drívmegi
At Katrin Ottarsdóttir valdi at byrja røðina við einum portretti av einum myndahøggara er tí ikki av tilvild.
- Eg veit netupp onki um listarligu drívmegina hjá einum myndahøggara. Men eg eri forvitin, og tað er mín drívmegi. Tí var tað var eisini ein máti, at lata konseptið standa sína roynd, har tað allatíðina er tað spontana og ópoleraða, sum skal vera berandi fyri bæði form og innihald, greiðir Katrin Ottarsdóttir frá.
Filmarnir eru gjørdir eftir arbeiðsháttinum”one woman, one camera”, sum merkir, at leikstjórin ikki hevur nakað filmslið afturat sær, men einsamøll leggur til rættis, tekur upp, klippir og so framvegis.
- Fyrimunurin við hesum arbeiðsháttinum er millum annað, at tú kanst vera flugan á vegginum, sum ongin varnast. Og tað haldi eg er eydnast. Hans Pauli vil í øllum førum vera við, at hann oftast gloymdi, at eg var har, sigur filmskvinnan.
”Steðga, steðga!”
Tað var annars ikki heilt lætt at sannføra myndahøggaran Hans Paula Olsen um, at hann fór at vera ein væl egnaður høvuðspersónur í einum slíkum filmi.
- Ikki tí, hann helt hugskotið vera gott, men nei, hann helt ikki, at hann dugdi nóg væl at tosa, minnist Katrin og smílist.
- Tað vísti seg at vera øvut, tí ofta helt hann bara fram at oysa gullkorn úr sær, eftir at upptøkutólið varð sløkt. So stóð eg har og rópti ”Stegða, stegða!” – nú sigur tú alt, sum eg hopaði, at tú fórt at koma við, sigur Katrin og ristir flennandi við høvdinum.
Í út við eitt ár fylgdi Katrin Hans Paula – ikki hvønn dag, men ofta einar seks til átta tímar út í eitt.
- Tá tú velur ein frásøguhátt, har tú netupp ikki skalt stýra gongdini, er ikki so nógv annað at gera, enn at bíða, til tingini henda. Eg legði rættiliga skjótt merki til, at Hans Pauli er ein, sum tosar best um sína list, meðan hann arbeiðir við henni. Tað gevur honum so íblástur, til at hugleiða enn meir, so á tann hátt fekk eg rættiliga nógv forerandi, sigur Katrin.
Smæddist nakinleikan
Hóast tað er listamaðurin, sum so at siga letur seg úr í filminum, viðgongur Katrin, at tað mest var hon sjálv, sum mátti vinna á sínum egna smædni í byrjanini.
Í filminum brúkar listamaðurin nevniliga eina unga, livandi nakna modell, sum hann mátar upp, teknar, snarar á, mátar umaftur aftur og aftur.
- Hans Pauli og modellin høvdu týðiliga eitt púra avslappað og professionelt forhold til hendan øgiliga ítøkiliga nakinleikan. Men eg má also viðganga, tað tók sína tíð, áðrenn eg vandi meg við, at hendan unga, vakra gentan gekk og maldi nakin har í atelierinum. Tá var tað ofta gott at kunna fjala seg aftanfyri upptøkutólið, viðgongur Katrin, sum á ein heldur øvutan hátt samstundis mátti tryggja, at modellin kendi seg trygga.
- Hon hevur staðið modell fyri Hans Paula nógvar ferðir, men tað, at eg – ein kvinna við einum upptøkutóli – eisini var til staðar, var líka fremmant fyri hana, sum fyri meg. So tað skuldi hon eisini venja seg við, greiðir Katrin frá.
Kærleikssøga
Í filminum verður unga nakna modellin eisini partur av eini rættiliga sermerktari kærleikssøgu. Tað framgongur ikki heilt, nær tað hendi, men onkustaðni á leiðini gavst Hans Pauli Olsen at brúka konu sína, Hjørdis Haack, sum modell.
Húðleyst erlig viðgongur Hjørdis, at hon kendi seg vrakaða og leingi var nívd av øvundsjúku og av kensluni av, at okkurt heilt serligt, sum hon og maðurin høvdu havt saman, var tikið burtur.
Spurd, um hon kendi hendan partin av søguni, sær Katrin eitt sindur loyndarfull út.
- Eg visti, at Hjørdis Haack leingi hevði verið afturvendandi modellin hjá Hans Paula.
- Men visti tú, at hon fór at fortelja, hvussu tað kendist, tá hann gavst at brúka hana?
- Nei, men eg hopaði tað ...
Katrin minnir á, at í einum dokumentarfilmi sum hesum er tað ikki hennara ørindi, at seta kritiskar spurningar út frá einum ávísum journalistiskum vinkli. Heldur er tað avgerandi fyri eina søgu, sum hesa, at persónarnir kenna seg tryggar við tað, sum hendir.
- Eg veit, at Hjørdis var eitt sindur nervøs fyri, um hon hevði sagt ov nógv, ella at tað kom at ljóða øðrvísi, enn hon hevði ætlað. Tí kendist tað sum ein stór álitisváttan, at hvørgin av teimum báðum hevði sæð filmin, fyrr enn hann bleiv frumsýndur í Keypmannahavn. Og jú, tey eru bæði glað fyri filmin, sigur Katrin.
Niður á jørðina
Spurningurin leiðir prátið inn á, í hvønn mun tað ber til at planleggja ein dokumentarfilm sum hendan.
- Sjálvandi vóru tað ávís ting, eg visti, at eg vildi hava við. Til dømis framsýningin av standmyndini móti endanum, rustaðu bingjurnar, sum Hans Pauli flytir sínar standmyndir í, arbeiðið við naknu modellini umframt leiklutin hjá konuni og børnunum, sigur Katrin og heldur fram.
- Tað ber ongantíð til at siga neyvt frammanundan, hvat fer at henda undir upptøkunum, men tað er so einaferð tað tilfarið, tú hevur at arbeiða við. Spurningurin er so, um tú undir klippingini fært fortalt eina nóg áhugaverda søgu, greiðir Katrin frá.
Sjálv fekk hon í øllum førum tað, hon fyrst og fremst fór eftir: At sleppa heilt niður í listarligu tilgongdina at grópa – eisini heilt bókstaviliga.
- Tað vóru løtur, har eg sat og pilkaði leirpetti av upptøkutólinum, so man má siga, at eg kom rættiliga tætt uppat mínum evni, smílist Katrin, sum samstundis eisini hevur roynt at fingið søguna niður á jørðina.
- Tað er veruliga spell, at filmar um listafólk ofta eru so akademiskir og hátíðarligir, at vanlig fólk hava hug at bakka í hurðini. Eg havi gjørt mítt til at lata hurðina upp við mínum býttu spurningum, men eg havi eisini verið heppin við høvuðspersóninum. Hans Pauli letur veruliga hurðina upp á víðan vegg, sigur Katrin.
Bíðar ikki eftir milliónunum
”Eingin kann gera tað perfekta” er sum nevnt tann fyrsti av trimum listafólkaportrettum hjá Katrini Ottarsdóttir. Men merkir hendan verkætlanin, at føroyska filmskvinnan heilt er givin at gera spælifilmar?
- Nei, men eg bíði ikki longur eftir øllum teimum milliónunum, sum eru neyðugar fyri at gera spælifilmar. Tað kann taka so langa tíð, at skaffa tær, at vandin fyri at steðga upp sum filmslistafólk er ræðandi stórur, sigur Katrin, sum tí hevur tikið upptøkutólið í egnar hendur.
- Eg havi leingi ynskt at gera hetta slagið av portrettfilmum. Og nú, tað tøkniliga ber til, uttan at hava eitt heilt filmslið í hølunum, havi eg tikið møguleikan. Og so er tað jú perfekt, at ”One woman, one camera” arbeiðshátturin hóskar so væl til júst hetta slagið av dokumentarfilmi, sigur Katrin Ottarsdóttir.