eisini klossutur í verjupartinum og fekk longu í fyrra hálvleiki tvær útvísingar fyri ov óstortligt verjuspæl. Hóast tað, so valdi VÍF í løtum at satsa upp á hann í verjuni, heldur enn í álopinum. Og bara [...] framat, sum teir fleiri ferðir fyrr í vetur hava gjørt. Í fyrra hálvleiki var nógv størsta hóttanin høgi Piti Negru, ið fekk mál, tá hann fekk loyvi at fáa ferð og styrki í skotini ? og tað fekk hann ofta [...] aftur møguleiki hjá heimaliðnum at lata aftur og sløkkja, men í skundi misbrúkti Kyndil møguleikan, og so var eingin slingur í valsinum, tá VÍF í sínum síðsta álopi aftur fekk mál og kundi tryggja sær javnleik
fyrst í juni varð avgerð tikin um, at veiðireglurnar fyri laksafiskiskap í føroyskum sjógvi í 2008 verða tær somu sum undanfarin ár. Við støði í vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, varð [...] avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Føroyar halda [...] rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyvi laksafiskiskapi í árum, sum eru illa fyri, samstundis sum somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi
sum vit í átta ár høvdu saman við Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin vildi hava bæði sambandsflokk og fólkaflokk upp í eisini. Tað er greitt, at eitt slíkt breitt samstarv, har allar røddir í einum f [...] fólkavaldum forum eru í sama potti, darvar opinleikanum og orðaskiftinum í almenna rúminum um átrokandi og týðandi politiskar spurningar, sigur Jógvan Arge. – Tjóðveldi í minniluta fer at leggja doyin á [...] Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu. – Breiða samstarvið hevur tikið stigið um uppsøgnina uttan samráðing við okkum, og tí kenna vit øll trý okkum leys av samstarvinum og fara hereftir at taka støðu í nevndum
hvussu tað í fleiri ár eftir kríggið setti í hann, bara hann hoyrdi flogfar í luftini. Klaksvíkin við øllum sínum skipum var upplagt bumbumál hjá týsku hernaðarflogførunum, tá hesi gjørdu innrás í føroyskt [...] einsligt fak í Føroyum. Óli er tann einasti í landinum, sum livir burturav at tekna karikaturtekningar. Í fakliga einseminum hevur hann tó føroyska listarumhvørvið at hella seg til. ? Ja, eg eri limur í LISA, [...] at læra nakað nýtt. Skálkur í myrkri Tá Óli prátar hevur hann alla tíðina samband við eyguni hjá tær. Og í lítlu, myrku eygunum býr ein stórur skálkur, tað er onki at ivast í. Hann hermir ? helst uttan
stóru Ó-konsertini 27. juli, og hildið verður fram ólavsøkuaftan og ólavsøkudag á ymsum pallum í miðbýnum. Í alt verða einar 30-35 tónleikaframførslur. Framførslurnar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag eru ókeypis [...] ókeypis. Ó-festivalurin er ætlaður sum sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik á veg fram bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini kemur Ó-festivalurin sjálvandi at seta sín serstaka og hugnaliga dám á ólavsøkuhaldið [...] er eitt slag av spot-festivali, har vit vísa tað besta fram, og hetta verður harumframt eitt sera gott mentanarligt íkast til ólavsøkuna annars sigur Elin Hentze.
úrtøkan hjá Javnaðarflokkinum í nýggju og umfatandi veljarakanningini hjá Sosialinum og Fynd í samstarvi við Føroya Tele. Og Jóannes Eidesgaard er eisini sera væl nøgdur við úrtøkuna í Veljarakanningini. - Fyri [...] veljarakanningini ótrúliga gott, og fyri andstøðuna er hetta eitt uppaftur betri úrslit. Eg síggi hetta sum ein dyggur frammaná til samgonguna, sigur Jóannes Eidesgaard. Eins og forkvinnan í Sambandsflokkinum heldur [...] andstøða eftir valið 20. januar fer at gerast samgonga. -Tað er týðuligt, at veljarin ynskir eina broyting í landsins leiðslu, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at eitt samgongusamstarv millum bert
meir demokratisk. Hetta er í øllum førum ein máti at tryggja sær, at øll valdømini er umboðað í atkvøðugreiðsluni, sigur Anfinn Kallsberg. Hann dugir illa at síggja tað skilagóða í at lata landsstýrismenn [...] fólkavaldur tinglimur, ið hevur átikið sær at fara í landsstýrið fyri flokkin, má frásiga sær hendan møguleikan, sigur Rúna Sivertsen. Fyrrverandi formaðurin í flokkinum, Anfinn Kallsberg hevur tó ilt við at [...] forum til at taka ein so álvarsliga avgerð sum, hvør skal stjórna flokkinum. - Havandi í huga, hvussu vit alla aðrastaðni í samfelaganum arbeiða fyri størri opinleika og gjøgnumskygni, haldi eg, mannagongdina
øðrum verður ein av seks stjørnum latin; náttúran gevur tríggjar útav seks stjørnum í sambandi við umhvørvi. Men í tí í síðsta bólkinum verða seks av seks stjørnum latnar fyri náttúruupplivingar, og hon [...] og myndamaður eru farin til Føroya við teirri tesu, at sagt verður, at tað ómøguligt at tjalda í Føroyum ? í øllum førum við campingvogni. Og við tí fyri eyga, at prógva ella mótprógv hesari tesu, verður [...] og kanska danir sum heild ? leggja oftani bragdliga fyri, tá tað snýr seg um náttúrulýsingar í Føroyum. Í so máta er Anne-Vibeke Isaksen heldur einki undantak. ?Solen skinner fra en dybblå himmel, og
Óli Breckmann ferðast á. Formaðurin í Føroya Lærarafelag ætlar sær ikki at vera við í einum kjaki við Óla Breckmann á tí støði, sum hann ferðaðist á í Løgtinginum fyrr í vikuni, tá ið hann kallaði føroyska [...] eitt lasafar og Føroya Lærarafelag ein vissan likamspart í fjórðu deild. Men Óli Breckmann má sigast at vera ein veikleiki fyri alt fólkaræðið í Føroyum, tá ið hann ikki hevur størri virðing fyri síni støðu [...] bólkurin, sum hevur gjørt nøkur tilmæli um skúlan, er ein bólkur, sum partamaður Óla, landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, bæði hevur sett og samansett. Magnus Tausen metir, at tí átti hetta ikki
gloyma fyrra a, sum í t. d. aling, akur, atkvøða, spaki, hav, garður, tak? Fleiri næmingar skriva seinna æ í áðurnevndu orðum. (Sjálvandi skulu næmingarnir eisini læra, at vit siga a í takk, tvs. tá 2 hjáljóð [...] leita eftir villum, soleiðis sum eg havi gjørt í hesi grein. Fólk, sum skriva og hava málið sum sítt starvsøki, gera sum heild eitt gott arbeiði, og gott er, at onkur arbeiðir við málinum; men kortini [...] eigur ikki bert at verða lært í føroysktímunum! Móðurmálsundirvísingin í fólkaskúlanum má styrkjast meira, soleiðis at hon fær minst líka nógvar tímar sum móðurmálsundirvísingin í okkara grannalondum! Dans