Òtrúliga gott úrslit

-Fyri Javnaðarflokkin er úrslitið av hesari veljarakanningini ótrúliga gott, og fyri andstøðuna er hetta eitt uppaftur betri úrslit, sigur Jóannes Eidesgaard

VELJARAKANNING

 
22,1% av atkvøðunum og átta tingmenn er úrtøkan hjá Javnaðarflokkinum í nýggju og umfatandi veljarakanningini hjá Sosialinum og Fynd í samstarvi við Føroya Tele.
Og Jóannes Eidesgaard er eisini sera væl nøgdur við úrtøkuna í Veljarakanningini.
- Fyri Javnaðarflokkin er úrslitið av hesari veljarakanningini ótrúliga gott, og fyri andstøðuna er hetta eitt uppaftur betri úrslit. Eg síggi hetta sum ein dyggur frammaná til samgonguna, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eins og forkvinnan í Sambandsflokkinum heldur eisini leiðarin hjá javnaðarfólki, at eitt tílíkt úrslit vísir vegin til, at núverandi andstøða eftir valið 20. januar fer at gerast samgonga.
-Tað er týðuligt, at veljarin ynskir eina broyting í landsins leiðslu, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at eitt samgongusamstarv millum bert tveir flokkar eru ólíka nógv lættari enn um fleiri flokkar skulu til fyri at fáa kabalina at ganga upp.
Jóannes Eidesgaard sigur seg sakna eitt greitt útspæl frá Sambandsflokkinum viðvíkjandi hvørja samgongu flokkurin miðjar ímóti. Ì øllum førum sær formaður Javnaðarfloksins góðar møguleikar fyri einum samstarvi millum verandi andstøðuflokkar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Endaspurtur
Javnaðarflokkurin er ikki so langt frá níggju tingmonnum í veljarakanningini. Eitt nú er flokkurin stutt frá einum tingmanni í Vágoynni.
-Hendan veljarakanningin eigur at vísa okkum í flokkinum, at her er nakað at berjast fyri, sigur Jóannes Eidesgaard avgjørdur. Hann heldur, at ein góður og dugnaligur endaspurtur gera eina góða veljarakanning til eitt frálíkt úrslit.
- Javnaðarflokkurin hevur ligið stútt í teimum seinastu veljarakanningunum, og vit tykjast at hava staðfest eina støðu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at tað fyrst og fremst er ynski um eina broyting í landsins viðurskiftum, sum góða úrslitið í veljarakanningini.