Óbroyttur laksafiskiskapur

Við støði í vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, varð samtykt ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan sjógv, tá 24. ársfundurin hjá NASCO var á skránni fyrst í juni.

Men taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyva laksafiskiskapi í árum, sum eru illa fyri, samstundis sum somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi.