Òli Breckmann er ein veikleiki við fólkaræðinum

Tá ið Óli Breckmann sleppur at týggja sær soleiðis á sjálvum tingsins røðarapalli, hava bæði bæði formansskapurin í Løgtinginum, Løgtingið sjálvt, Jógvan á Lakjuni og Fólkaflokkurin ein trupulleika, heldur formaðurin í Lærarafelagnum

Politikarar og almenn starvsfólk
 

- Vit nokta at lata okkum føra niður á sama støði, sum Óli Breckmann ferðast á.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag ætlar sær ikki at vera við í einum kjaki við Óla Breckmann á tí støði, sum hann ferðaðist á í Løgtinginum fyrr í vikuni, tá ið hann kallaði føroyska fólkaskúlan eitt lasafar og Føroya Lærarafelag ein vissan likamspart í fjórðu deild.
Men Óli Breckmann má sigast at vera ein veikleiki fyri alt fólkaræðið í Føroyum, tá ið hann ikki hevur størri virðing fyri síni støðu,  sum løgtingsmaður enn at hann heldur, at hann kann loyva sær hetta, heldur Magnus Tausen.
Magnus Tausen sigur, at Lærarafelagið hevur alla tíðina lagt stóran dent á at halda kjakið um fólkaskúlan á einum sakligum og siðiligum støði og tí ætla vit ikki at tveita við runubløkum, hóast vit sjálvi vera so grovliga álopin.
Lærarafelagið hevur ikki viðgjørt harðligu útsøgnirnar frá Løgtingsmanninum, men formaðurin sigur, at fyribils er ætlanin hvørki at taka stig til at stevna Óla Breckmann fyri ærumeiðing, ella at gera meiri við málið annars.
-Óli Breckmann er lopin á okkum áður, men eisini ta ferðina gjørdu vit av at lata sum einki.
Men tað tykist ikki sum um at hann hevur hug at hækka støðið.
Veruleikin er, at álopini hjá Óla Breckmann, eru ógrundað.
- Veruleikin er, at bólkurin, sum hevur gjørt nøkur tilmæli um skúlan, er ein bólkur, sum partamaður Óla, landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, bæði hevur sett og samansett.
Magnus Tausen metir, at tí átti hetta ikki at verðið ókent hjá samgonguni og serstakliga floksfelaganum, Óla Breckmann
Magnus Tausen sigur, at arbeiðsbólkurin hevur eina felags fatan av tí, sum skal til, so arbeiðið hevur gingið væl.
- Og tað, sum bólkurin er samdur um, er, at játtanin til fólkaskúlan má hækka, tí tað slepst ikki uttanum.
- Men Lærarafelagið hevur víst á, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007, sæst fyribils ikki, at hetta er tikið til eftirtektar, soleiðis sum landsstýrismaðurin vil vera við.
Hinvegin er tað undrunnarvert, at landsstýrismaðurin sigur, at játtanin hækkar 18 milliónir, men løgtingsmaður sigur, at ikki ein króna skal brúkast afturat.
Magnus Tausen sigur, at tað, sum skúlin fer afturat, er ikki úrslitið av Pisa-kanningini og tað fer ikki at føra til fleiri undirvísingartímar, tað fer ikki at styrkja eftirútbúgvingarnar og tað fer ikki at bøta um skúlatilboðini.
- Landsstýrið hevur sett sær fyri, at vit skulu hava heimsins besta skúla og tað hevur Lærarfelagið gleðiliga tikið undir við.
Men fyri at koma á mál, er neyðugt at hava eitt virðiligt kjak og tí nokta vit fyri at lata okkum draga niður á tað støðið, sum Óli Breckmann ferðast á.
Magnus Tausen heldur, at tá ið Lærarafelagið samskiftir við landsins myndugleikar, er tað gjøgnum landsstýrismannin í mentamálum.
- Tí haldi eg, at vit eiga at kunna krevja, at hann hevur eina vissa politiska heimild fyri tí, hann førir fram.
So tá ið tingmaður og partamaður hansara hóreiggjar seg so, eigur landsstýrismaðurin at taka ábyrgd av tí og seta tingmannin upp á pláss, tí hann eigur at vita, hvussu álvarsom hendan løtan er fyri føroyska fólkaskúlan. Og hann eigur eisini at vita at hetta høvið til eitt verðuligt átak til frama fyri skúlan, er ov gott til at einstakir tingmenn skulu sleppa at spilla alt spælið við slíkum.
- Tí veruleikin er, at grundtankin hjá Óla Breckmann, er ikki ein positivur hugburður til skúlan.
- Grundtankin er at profilera seg sjálvan, men tað hevur skúlin ikki uppiborði.
- Men tað er ein stórur trupulleiki, at løgtingslimir brúka tingsins røðarapall til eitt “speakers Corner” er nokk so sigandi  fyri støðið í Løgtinginum.
Og tað er ein stórur trupulleiki, at flokkar, formansskapur og Løgtingið annars ikki hevur frægari skil á, enn at slík illsinnisherðindi sleppa at standa ósvarað.
Tá ið tingmaður sleppur at hóreiggja sær soleiðis av Løgtingsins røðarapalli, er tað prógv um, at formansskapurin í Løgtinginum hevur ein trupulleika, tá ið slíkt ikki verður átalað. Tað er eisini prógv um, at Løgtingið sjálvt hevur ein trupulleika, tí slík framferð ger, at virðingin verður máað undan tí, sum skuldi verið okkara háttvirda Løgting. Men tað vísir eisini, at Jógvan á Lakjuni,  landsstýrismaður í skúlamálum, hevur ein trupulleika, tá ið hann letur ein partamann taka so grovliga til orðanna um tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur ábyrgdina fyri fyri.
- Tað er eitt stórur trupulleiki, at tignin verður máað undan Løgtinginum og tað tilkemur ikki Lærarafelagnum at loysa tann trupulleikan. Tað má rætti myndugleikin taka sær av. Men tað er orsøk at finnast at formansskapinum, tí í hesum føri røkir hann ikki sína skyldu.
- Tað kann ikki vera meiningin, at tingsins røðarapallur skal vera eitt “Speakers Corner” har tað skal bera til at siga alt.
Men serliga undir hesi samgonguni vísir tað seg, at tað er farið at ganga tann skeiva vegin av álvara, tí í løtuni hava vit eitt Løgting av 32 leysgangarum, sum allir siga og gera akkurát, hvat tað hóvar teimum, við einum endamáli og tað er profilera seg sjálvar.
- Tí er eisini vónleyst at vita, hvat hvør flokkur stendur fyri í ymsum málum, leggur Magnus Tausen afrturat.