til at sløkkja skógareld. 41 fólk hava latið lív í sambandi við skógareldin. 36 teirra vóru fangavørðar, sum doyðu, tá eldur kom í bussin, sum teir vóru í. Fangavørðarnir skuldu hjálpa við at flyta palestinskar [...] Eftir at hava stríðst meiri enn trý samdøgur eydnaðist tað í dag ísraelsku sløkkiliðunum at fáa tamarhald á skógareldinum, sum hevur herjað nærhendis havnarbýnum Haifa. -Vit hava tamarhald á eldinum, men [...] fyri, at hann skal kykna aftur, sigur sløkkiliðsstjórin Shimon Romah. Skógareldurin er tann ringasti í Ísrael nakrantíð, og hann hevur avdúkað, at landið er ikki útgjørt til at basa sum umfatandi eldi. Nógvir
Í Sosialinum, sum er á gøtunum í dag, er samrøða við Mortan Thomsen, sum tá ið eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum fríggjamorgunin, varð dagsins hetja, tá hann herjaði á eld og royk og fór inn aftur [...] tí leyp eg inn aftur á virkið uttan at hugsa meg um yvirhøvur Les alla samrøðuna við Mortan Thomsen í dagsins Sosiali.
Eingin sprinklaraskipan var í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ið kundi fara frá, tá eldur kom í virkið í seinastu viku. Tað kemur fram, nú ið eldsbrunin á virkinum verður kannaður. Virkið var brunagóðkent [...] skulu eftirhyggja tað, sigur Bogi Jacobsen. Bogi Jacobsen sigur, at sjálvur hevur hann ikki innlit í tað tekniska viðvíkjandi brunatrygd, men at felagið hevur havt brunaserfrøðingar inni at gera skipanina
Handverkarar vóru í ferð við at skifta tak og brendu tjørupapp á nýggja tróðrið, tá eldur kom í millum skins og hold. Sløkkiliðið varð boðsent, men tað gekst heldur trupult at basa eldinum, sum breiddi [...] hús, sum Anton Degn, skjalavørður í sínari tíð átti. Húsini hava havt flagtekju, og tískil vórðu tey takt við nævur, sum fyrr varð nýtt undir flagnum. Eldurin festi í nævrarnar, og tí var hann heldur trupul [...] roykskaða var eisini. Petur Seloy sigur, at teir nýliga hava fingið framkomna útgerð, sum teir í hesum føri settu inn í íbúðina til tess at taka sum mest av roykluktinum.
her. Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð. Um [...] Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða. Av trygdarávum mælir [...] vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
Seinnapartin í gjár høvdu Brimil og danska sjóverjuskipið Thetis venjing eystan fyri Nólsoynna. Fiskiveiðieftirlitið sigur, at venjingin var løgd soleiðis til rættis, at eldur skuldi vera umborð á Brimli [...] skuldu fólk frá Thetis koma umborð at hjálpa til við at sløkkja. - Ein roykmaskina varð sett niður í maskinrúmið á Brimli, síðani varð rópt á Thetis um at fáa hjálp til at sløkkja eld - og eisini vóru
framdi álopini. Í einari grein hjá statsriknu ukrainsku tíðindatænastuni Ukrinform í dag skrivar Valerij Zaluzjnij, at ukrainar eitt nú brúktu rakettir í álopinum. Hann sigur eisini, at í tí eina álopinum [...] Sambært Reuters vórðu álopini í august mánaði vend móti flogvøllinum Saki. Russland hevur hildið upp á, at spreingingarnar, sum vóru fleiri í tali, vóru óhapp og eldur í krútgoymslum. Men, nú hevur so [...] Tað var ukrainski herurin, sum framdi eina røð av álopum á russiskar herstøðir á Krim-hálvoynni í summar. Ukraina hevur áður ikki viljað váttað, at landið stóð aftan fyri hesi álop. Men, nú sigur ukrainski
og í vanlukkuni læt eitt fólk lív, og fleiri tíggjutals fingu løstir. Í hendingini kom eldur í ein av tokvognunum, og á myndini er hetta vognurin, sum sæst liggja á liðini. Eitt talsfólk hjá sløkiliðnum [...] tokvanlukka var í Niðurlondum um 03.30-tíðina síðstu nátt, tá eitt ferðafólkatok fór at sporinum. Hendingin fór fram nærindis býnum, Voorschoten, sum liggur millum Haag og Amsterdam. 50 fólk vóru í tokinum, og [...] endaðu á sjúkrahúsi, og onnur vórðu viðgjørd á staðnum - ella í heimunum hjá fólki, sum búgva nærindis. Tey skaddu vórðu flutt á sjúkrahús í sjúkrabili og tyrlu. Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte
Fríggjakvøldið var eldur í einum sethúsum í Dalagøtu 20 uppi undir Varða í Havn. Boðað varð frá eldsbrunanum klokkan 21.51. Trý korter seinni høvdu sløkkiliðsmenninir tamarhald á støðuni, og ein tíma seinni [...] ein stóran part av húsinum. Trý fólk vóru í húsinum, men eingin teirra hevði varnast eina grýtu við garnatálg, ið stóð á komfýrinum og kókaði. Feittið festi í og gjørdi stóran skaða. Av løgreglustøðini [...] eldin. Selmar Joensen og Jenny Lydersen eiga húsini, ið brendu. Óvist er, nær tey kunnu flyta innaftur í tey.
MRCC sigur, at koltvíilta er sprænd niður í maskinrúmið fyri at køva eldin og síðani var rúmið avstongt. Tískil er ikki heilt vist, hvussu stendur til við eldinum í løtuni. 14 mans eru eftir umborð á North [...] danska sjóverjuskipinum Tetis. Rói Didriksen, ið siglir við Brimli, tók hesar myndirnar. Les eisini Eldur í skipi sunnan fyri Føroyar [...] Tað gongur sera væl at sleipa North Ocean til Havnar. Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at í løtuni eru Brimil og North Ocean staddir eystan úr Akrabyrgi og vera væntandi á Havnini um miðnáttarleitið.