Tveir mans vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið í gjár, aftaná eitt arbeiðsóhapp á verkstaðnum hjá MEST í gjár.
Óhappið hendi um fýra tíðina í gjár, tá teir báðir menninir vóru í ferð við at umvæla ein lastbil. Tað var tá teir vóru í ferð við at hita eitthvørt, at eldur kom í ein oljuleka, ið gjørdi at menninir fingu eldslogar á seg.
Mouritz Mohr, stjóri á METS, upplýsir fyri in.fo, at fólk á staðnum vóru skjót at reagera.
- Annar brendi seg verri enn hin, men fólkini á staðnum hugsaðu skjótt, og koyrdir teir báðar út á Landssjúkrahúsið, so teir komu undir læknahond skjótast til bar.
- Eg havi verið og vitja teir í morgun. Teir hava tað eftir umstøðunum gott, og í besta føri, so sleppa teir heim í dag.
Mouritz Mohr upplýsir, at Arbeiðseftirlitið nú kannar málið.