Skúlin í Hattarvík brann í grund í nátt, og øll pappírini hjá kommununi eru farin.
Hattarvíkingar eru harmir í morgun, tí skúlin er farin.
Húsið hevur seinastu árini ikki verið brúkt til skúla, tí børn eru eingi í bygdini, men tey hava brúkt húsið, sum varð bygt í 1920-unum, sum bygdarhús.
Borgarstjórin hevi skrivstovu á loftinum, og har er alt farið.
Eldurin man vera komin í í natt, tí onkur gekk fram við klokkan 10, og tá var eingin eldur.
Leivur Fuglø sigur, at hann varð purrraður út klokkan fýra, og tá var takið longu dottið niður, so tað hevur gingið skjótt.
Oljufýringin var ikki tendrað, og tey halda tí, at eldurin man vera komin í av skammlopi.