Yvirfriðingarnevndin kann ikki brúkast

Í almenna orðaskiftinum hevur Yvirfriðingarnevndin ofta verið nevnd, eitt nú í sambandi við SEV og Eiði 2-verkætlanina. Tað síðsta, sum eg las í hesum sambandi, var, at Hákun Djurhuus stjóri í SEV skrivaði m.a. um Yvirfriðingarnevndina, at: “Persónliga haldi eg, at henda skipanin sum heild virkar væl.” Hákun er als ikki einsamallur í at halda, at skipanin virkar væl

Trupulleikin er, at hvørki almenningurin, fjølmiðlar ella politikarar hava serliga gott innlit í, hvussu henda nevnd virkar ella hvussu hon eigur at virka.

Støðan er staðfest

Tað er ikki neyðugt at leita leingi eftir grundgevingum fyri, hví Yvirfriðingarnevndin ikki er nøktandi. Longu í 2001 kom ein serfrøðingabólkur, ið varð settur av Føroya landsstýri, við hesi niðurstøðu um Náttúrufriðingarlógina og Yvirfriðingarnevndina:

“Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum.”

Tað er altso væl og virðiliga staðfest, at hvørki lógin ella nevndin nøkta tørvin á náttúrufyrisiting. Men síðan hesa staðfesting er einki broytt. – At lata Yvirfriðingarnevndina og Náttúrufriðingarlógina virka, eftir at hava staðfest, at tær ikki kunnu nøkta tørvin, svarar til at fara í ánna eftir vatni, eftir at hava staðfest, at hol er á spannini.

Einki hendir

Yvirfriðingarnevndin er til við støði í Náttúrufriðingarlógini, og tískil er tað henda lóg, sum skal broytast, um Yvirfriðingarnevndin skal broytast. Varð rætt borið at, varð Yvirfriðingarnevndin avtikin longu í 2001, tí so hevði hon ikki kunnað hildið fram at tikið avgerðir. Serfrøðingabólkurin staðfesti, at hesar avgerðir kortini ikki eru nøktandi.

Í staðin fyri at gera nakað við støðuna, so hevur landsstýrið valt hina loysnina – at lata sum um okkurt verður gjørt:

 

Í 2003 segði landsstýrið, at arbeitt varð við lógini, og at hon fór til hoyringar í 2004.

Í 2005 segði landsstýrið, at lógin kemur í gildi í januar 2006.

Í 2006 segði landsstýrið seg framvegis arbeiða við lógini.

Í 2007 fór lógin til hoyringar.

Í 2008 hendi ikki stórvegis.

 

Loysnin hjá landsstýrinum tykist at rigga heilt væl. Tí løgtingið – arbeiðsgevarin hjá landsstýrinum – heldur, at alt gongur upp á stás.

Eldur er í

Fyri hvørt ætlað inntriv í náttúruna er tað, sum tá eldur kemur í. Eldurin nærkast einum náttúrugripi, og Yvirfriðingarnevndin kemur rennandi við spannini fyri at sløkkja eldin. Tey, sum hyggja at, síggja nevndina renna aftur og fram ímillum ánna og eldin. Tey halda, at alt verður gjørt fyri at basa eldinum. Men úrslitið er givið. Eldurin fær sítt.

Tað, ið tey, ið hugdu at, ikki sóu, var, at spannin var somikið holut, at hon einki munaði.

 

Landsstýrið vil ikki skifta hesa holutu fornleivdina út. Og um nakar spyr, hvussu tað gongur við henni – lógini – so verður svarið tað sama: Hon kemur skjótt.