Ófriður á Vaglinum um dansiviðurskifti

Sosialurin 90 ár: Rættilig orrusta var í býnum í Havn, tá fútin í 1981 stongdi dansistaðið Gaman, sum ikki aktaði boðini um at steingja klokkan 01 sunnunátt

Tað gingu næstan tveir tímar, frá tí fyrsta fráboðanin um ó­frið­in kom á poli­ti­støð­ina kl 01.25 til tann fyrsti varð hand­tik­in klokkan 03.18.

Soleiðis skrivaði Sosialurin 7. febr­uar í 1979. Og blaðið heldur fram:

»Hetta kom fram undir grund­lóg­ar­for­hoyri­num sunnudagin. 22 fólk blivu tik­in, og av teimum eru fimm nú skuld­sett fyri eldáseting og her­verk.

Ófriðurin byrjaði í miðbý­num um midnáttina. Rútar og lykt­a­streyr­ar blivu knústir og eld­ur sett­ur á tríggjar bilar í Komm­unu­skúla­garð­inum. Tann eini, ein Op­el Kadett 1978 úr Kollafirði, kol­að­ist upp. Aftan á hetta fór fólkið nið­an í Gaman, har alt bleiv sorlað sund­ur.

Haðani gekk leiðin niðan til Mim­ir. Har hendi kortini lítil og eing­in skaði, men á vegnum oman aft­ur í bý­in knústu tey fleiri rútar í Komm­unu­skúla­num. Eisini heima hjá bý­ráðs­for­mann­i­num, Poul Michel­sen, á Gunda­dalsvegi, blivu rút­ar knúst­ir og á Burstatanga varð eld­ur sett­ur á flamingoplátur.Brand­bumbur, t. e. fløskur við ben­sini, blivu eisini tveittar. M. a. tvær eft­ir sløkkiliðsbilinum. Onnur rakti bilin, hin lendi und­ir honum.

Longu hóskvøldið fór at ljóða í bý­num, at ó­frið­ur skuldi vera. Poli­tiið var fyrireikað, og 15-20 mans vóru á vakt bæði fríggja- og leyg­ar­kvøld­ið.

Eingin bleiv ákærdur í sambandi við ó­friðin í Havn á hvítusunnu í 1978. Poli­tiið hevði ikki nóg góð prógv til at byggja ákæru á.

Um ákæra verður reist hesaferð fæst at vita, tá politiið er liðugt við kann­ing­ar­nar. Politiið heitti sunnu­dag­in í Útvarpinum á fólk, sum vita nak­að at siga um tilburðirnar sunnu­nátt­ina, um at venda sær til poli­ti­ið. Ákærin segði í rættinum sunnu­dag­in, at longu tá høvdu fleiri fylgt áheitanini«


24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar