Flogskiparin drakk seg fullan

Nú er komið fram, at tann 50 ára gamli flogskiparin, Aman Atajev, drakk seg fullan eftir at flogfarið var farið á flog, og tað endaði við at flogfarið datt niður og higartil eru 45 fólk deyð.

Sambært fyribils kanningum hevði flogskiparin eina promillu á millum 0,8 og 1,0.

Ein læknafrágreiðing staðfestir annars, at Aman Atajev var blanka edrúur beint áðrenn flogfarið fór á flog. Eftir øllum at døma drakk hann seg fullan í stýrhúsinum, meðan flogið varð.

Russiska flogfarið av slagnum Tupolev-134 við 43 ferðafólkum og níggju starvsfólkum umborð var á veg frá Domodedovo floghavnini í Moskva til Petrozavodsk í líveldinum Karelien í norðrara parti av Ruslandi, tá tað datt niður. Flogfarið brotnaði í fleiri partar og eldur kom í undir neyðlending bert ein kilometur frá floghavnini í Petrozavodsk.

Vanlukkan hendi mánadagin, skriva donsk bløð.