avtaluni um trygd í Arktis og í Norðurhøvum er komin uppá pláss, er opinlýsa uppfatanin av at lesa avtalutekstin, at trygd í Føroyum er nakað, sum man gott kann bíða við. Hesum eru vit ósamd í! Tann parturin [...] letur misskilta nationalismu frá sínum uttanríkismálaráðharra seta trygdina í Føroyum í váða? Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin [...] ðurin í uttanríkismálum vil loysa Føroyar úr ríkinum og rinda fyri alt sjálvur, men í núverandi løtu er hall á fíggjarlógini - og ein Suðuroyartunnil manglar enn! Bara ein sjókaðal kostar upp í móti einari
slík avgerð, sum formansskapurin í danska fólkatinginum hevur tikið, er sera álvarslig. Flokkurin, sum landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, er formaður í, heldur, at hann "ikki kann halda [...] næsta stigið, sigur stjórnarflokkurin. Ósemjan botnar í eini ósemju um tulking fyri norðuratlantisku mandatini í fólkatinginum. Í fjør varð samtykt í formansskapi Fólkatingsins, at norðuratlantiskir fól [...] stjórnarflokkurin í Grønlandi, Inuit Ataqatigiit (IA), krevur rættin til at tosa grønlendskt í danska fólkatinginum og hóttir við grundlógarbroyting, skrivar flokkurin. Tað kemur fram í einum tíðindaskrivi
ráðgevi í Kommuneqarfik Sermersooq - uttan at hava gjørt nakað fyri kommununa. Tað er í hesi kommunu, at Lars Møller-Sørensen var kommunustjóri. Í dag møttu teir báðir í Sermersooq Kredsret í Nuuk í Grønlandi [...] seg sekan í báðum hesum ákærum og krevur fríkenning. Á rættarfundinum í dag noktaði Lars-Emil Johansen seg eisini sekan og krevur fríkenning í báðum ákærunum. Upplýst varð á rættarfundinum í dag, at málið [...] pengar hjá Kommunukredit í Danmark eftir somu treytum, sum danskar kommunur. Sermitsiaq sigur í dag, at tey fara at fylgja rættarmálinum, sum nú koyrir í Sermersooq Kredsret í Nuuk, har Lars-Emil Johansen
tilfeingi og mentan í útnorði. Í Útnorðurráðnum eru 18 tinglimir, seks úr hvørjum av teimum trimum londunum; Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Londini skiftast um at hava formansskapin í eitt ár í senn. Ísland hevur [...] hevur formansskapin í ár, og formaður er Jón Gnarr, tinglimur í Íslandi. Bjørt Samuelsen er næstforkvinna og Kim Kielsen, úr Grønlandi, er annar næstformaður. Í føroysku sendinevndini eru Bjørt Samuelsen [...] sendinevndini um at ráða stjórnunum í londunum til at kanna viðurskifti nærri kring trygd og verju í úrnorði. Útnorðurráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum og í Arktisku Tingnevndini (SCPAR). Harumframt
samferðsluráðharri í 1965, kenslumálaráðharri í 1967 og forsætisráðharri í 1969. Svenski Javnaðarflokkurin misti stjórnarvaldið í 1976 eftir at hava havt stjórnarvaldið út í eitt í 40 ár. Í 1982 vann flokkurin [...] cand.jur í 1951. Hann fekk starv í umsitingini hjá Tage Erlander, sum var forsætisráðharri í Svøríki frá 1946 til 1969, tá Palme gjørdist forsætisráðharri. Hann varð valdur í svenska Ríkisdagin í 1958. Hann [...] Oluf Palme, sum var formaður í svenska Javnaðarflokkinum og sum var forsætisráðharri í Svøríki frá 1969 til 1976 og frá 1982 til deyðadag sín fyri 35 árum síðani, 28. februar í 1986. Oluf Palme var ein
eina trøð og seyðir í Akrabyrgi, so nú býr hann høgligari fyri til at passa síni áhugamál í Akrabyrgi. Hann er formaður í pensionistafelagnum í Suðuroyar sunnaru helvt og næstformaður í Landsfelag Pensionista [...] støðin bleiv niðurløgd. Hann arbeiddi síðan í nøkur ár sum vitapassari í Akrabyrgi, til hann í 1959 fór í læru sum politistur. Hann byrjaði á politistøðini í Klaksvík 1. juni 1959 og fór seinni hetta árið [...] gamal. Niclas giftist í 1956 við Onnu, f. Sundberg, úr Porkeri. Tey eiga fýra børn: Bjarma sum býr í Klaksvík, Niels Juul, sum býr í Runavík, Bjørg, sum býr í Havn, og Niclas, sum býr í Vági. Tá Niclas gavst
Læraraskúla í 1967. Hann var lærari í Klaksvík í 1967-68, í Havn 1968-69, og í Vági frá 1969-85. Í 1985-86 var hann í Århus í lestarørindum. Tá hann kom heim aftur í 1986, arbeiddi hann eitt ár í barnaútvarpinum [...] givið út pláturnar: Heimkoman í 1964, Feelings for you í 1966, og LP plátuna Faroe Boys í 1967. Í 1972 gav hann saman við Jógvani Dahl út single-plátuna Mær dámar bjór og í 1977 saman við Jákupi Thomsen [...] hevur spælt í 1. deild hjá VB og var eisini eitt tíðarskeið formaður í felagnum. Hann hevur eisini spælt í 1. deild hjá B36 og spælt nógv flogbólt. Hann svimur nógv og hevur sína dagligu gongd í Svimjihøllina
Skúlasambandi sigur, at á seinasta fundi í bygginevndini varð sett út í kortið, at tilboð upp á liðugtgerð skulu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi hin 1. desember í ár. Við hesum er væntandi, at ítró [...] lisitatión yvir innkomin tilboð í sambandi við bygging av ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi, og fyri 1. desember í ár skulu øll tilboð verða inni. Landsverk hevur bjóðað út jørðarbeiði í sambandi við bygging av [...] ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi. Tilboðini skulu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi mánadagin, 27. september, tá lisitatión verður yvir innkomin boð. Aftanfyri verkætlanina Inni í Dal situr ein bygginevnd
fleiri í tali. Tí er sjálvt talið 230 mió. kr. í halli í 2014 í veruleikanum eitt sminkað tal. Tí forskattaðu pensjónirnar eru ikki nýggjar inntøkur, bert eitt lán frá framtíðini. Búskaparráðið vísir í seinastu [...] fígging”. Skal úrslitið í 2014 samanberast við úrslitið í 2011, áðrenn henda samgongan tók við, og áðrenn farið varð undir at nýta framtíðar pensjónsskattainntøkur, er hallið í 2014 í veruleikanum: 230 mió [...] BTÚ vøksur á 2,2% í 2016 í leypandi prísum. Hóast hetta, so velur landsstýrið at leggja fíggjarkarmar fyri Løgtingið, við øðrum fortreytum. Hví? Í fíggjarkørmunum verður upplýst, at: “Í fortreytunum fyri
Sæunn Ólavsdóttir Hansen í Saltangará og Kristian Gaardbo í Runavík. Hini á listanum eru Etly Nord Højgaard í Rituvík, Dan Lamhauge í Lamba, Jóhan Vest í Oyndarfirði og Selinda í Heiðunum, Andrias Jacobsen [...] almennum fundi í Løkshøll í gjárkvøldið varð stillað upp til býráðsvalið í Runavíkar kommunu. Hetta er almenni listin, sum í hesum skeiðnum eigur átta av ellivu býráðslimum – ein er valdur í Søldarfirði og [...] og tveir á Skála. Tórbjørn Jacobsen, sum fram til á nýggjárinum var næstformaður í býráðnum og formaður í teknisku nevnd, er á listanum. Síðani á nýggjárinum hevur hann verið borgarstjóri, og nú bjóðar