Klaksvík:
Í farnu viku skipaði Norðoya Kvinnufelag fyri tí fyrsta av eini røð av nýggjum tiltøkum, sum ætlandi skulu vera regluliga á skránni í vetur. Tiltakið var eitt sokallað bindiklubbakvøld, har allar kvinnur vóru vælkomnar til eitt hugnaligt kvøld við fyrilestri um bindiklubbar fyrr í tíðini og sjálvandi kundu hava stokkarnar við, um tær høvdu hug. Eisini vóru teir báðir tógvhandlarnir í Klaksvík, ?Hjá Vimu? og ?Búnin? við, har høvið var at síggja dømi um pløgg og nýggjastu uppskriftirnar til ymsu sløgini av tógvi.
Bindiklubb í 50 ár
Kvinnur í øllum aldri vóru møttar hetta kvøldið, men tann elsta mundi vera 82 ára gama Mathilda Poulsen, sum sera livandi og hugtakandi greiddi frá, hvussu tað var, at ganga í bindiklubb fyrr í tíðini. Bindiklubburin hjá Mathildu byrjaði í 1949, og tað var stuttligt frá fyrstu løtu. Nógv fnis og látur og veruliga ein fríløta at vera saman, sum tær átta kvinnurnar gleddu seg serliga nógv til, mintist Mathilda.
- Vit vóru allar fyrst í 20unum, og tær flestu áttu smá børn. So fyri tað mesta bundu vit ullintar undirtroyggjur og undirbuksir til børnini. Ullintu undirbuksirnar máttu vit hava nógvar av, tí tá í tíðini vóru ongar eingangsblæður, sum nú. Jú, fyrstu árini vóru nokk nógv merkt av práti um børn ella um at vera uppá vegin, tí tað var jú ikki nakað, man soleiðis gekk og tosaði hart um tá í tíðini, segði Mathilda og mintist teir serligu swagger kitlarnar, sum barnakonur brúktu tá fyri at fjala, sum longst, hvat var á veg.
Kakurnar vóru sjálvandi ein fastur táttur á borðinum og ikki at gloyma fløtaskúmið, tí uttan ríkiligt av fløtaskúmi varð tað ikki hildið at vera ein rættur bindiklubbur. Tað gingu konurnar høgt uppí, mintist Mathilda, umframt at tær flestu høvdu sína egnu serstøku kaku, sum tær borðreiddu við, tá tað var teirra túrur. Sjálv plagdi Mathilda helst at royna okkurt nýtt, sum hon hevði sæð í onkrum blaði, og henni dámdi væl at fáa nýggjar uppskriftir frá hinum.
- Og so var tað sigarettirnar, tær hoyrdu eisini til. Okkurt høvdu tey sagt í dag um allan roykin, tí vit sótu allar og guvaðu, so tað stóð eftir, og tað var fast, at hon, sum hevði bindiklubb, eisini bjóðaði sigarettir. Sjálv legði eg av at roykja í 1966, men tað var ikki talan um, at hinar ikki skuldu roykja fyri tað, so eg helt fram at bjóða sigarettir, flenti Mathilda.
Bindiklubburin hjá Mathildu helt á í út við 50 ár líka fram til 1998. Tá vóru tær bara tvær eftir, so tá hildu tær, at tíðin var komin at gevast. Men bindiklubbakvøldini eru enn púra livandi í minninum hjá Mathildu, og hóast nógv er broytt, helt hon tað vera sera stuttligt at hoyra, at tíðin ikki er farin frá hesum mátanum hjá kvinnum at hittast.
Nýtt virksemi
Norðoya Kvinnufelag er nýggja navnið hjá felagnum, sum fyrr æt Klaksvíkar Húsmøðrafelag. Tað eru nú meir enn 50 ár síðani, felagið varð stovnað við tí fyri eyga at stimbra kvinnur til at gera seg galdandi í samfelagsligum høpi. Mangt er, sum vera man, broytt síðani tá, so fyri at markera, at virksemið hjá felagnum eisini er øðrvísi nú, varð navnið broytt, og miðað verður nú ímóti at skipa fyri tiltøkum, sum hava áhuga hjá kvinnum sum heild.
- Nevndin í Norðoya kvinnufelag hevur leingi ætlað at fara undir reglulig tiltøk fyri allar kvinnur, men vit hava ivast eitt sindur í, hvat tað skuldi vera, og hvussu tað skuldi skipast. Bindiklubbakvøldið var faktiskt bara ein roynd at koma í gongd, og vit eru rættiliga bilsnar yvir góðu undirtøkuna, tí tað er altíð so nógv annað at fara til, sigur Bjarma Vágsheyg, formaður í Norðoya Kvinnufelag.
Seinastu trý árini er mest sum øll orkan hjá felagnum farin til at savna pening inn til hølini í Bøgøtu, sum nú eisini eru sera snotilig og væl egnaði til veitslur og tiltøk av ymsum slag. Ein part av tíðini verður ovara hæddin í húsinum nýtt til frítíðarskúla, men annars er húsið tókt til útleigan ella tiltøk, sum felagið sjálvt skipar fyri.
- Vit í nevndini eru altíð fúsar at skipa fyri tí praktiska, og øll góð hugskot til spennandi tiltøk eru vælkomin. Fyribils eru vit í øllum førum samdar um, at bindiklubbakvøldið avgjørt verður nakað, vit fara at royna aftur sigur Bjarma.
Norðoya Kvinnufelag hevur yvir 100 limir. Í nevndini sita Bjarma Vágsheyg, formaður, Elly Johannesen, næstformaður, Kristina Hansen, kassameistari, Karin Højgaard og Jórun Gardar, nevndarlimir.










