– Hetta var øgiliga tungt at fáa at vita í morgun, og vit ganga mest sum í koma. Tað sigur Osmund Berg, formaður í Skopunar Arbeiðsmannafelag.
Tey hava akkurát fingið at vita, at fiskavirkið í Skopun lukkar, og letur ikki upp aftur.
– Vit fingu knívin klokkan tíggju í morgun, sigur Osmund Berg, sum sjálvur hevur arbeitt á virkinum í 30 ár.
Les eisini: Ring boð til sandoyingar: Fiskavirkið í skopun lukkar
Men hann heldur kortini, at tað var betri at fáa uppsøgnina nú, enn at fáa hana á jólum.
– Hann sigur, at nú stundar summarferian til og tað er stórur eftirspurningur eftir arbeiðsfólki, eisini eftir avloysarum, so hann vónar at arbeiðsfólkið, sum er uppsagt, kemur skjótt í sving aftur.
– Skuldi tað vera, var hetta kanska tann lagaliga stundin, tí tað er stórt trot á arbeiðsmegi, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið virkið í Skopun var fullmannað, vóru eini 50 fólk til arbeiðis. Men tað eru ikki endiliga so øgiliga nógvir skopuningar, sum arbeiða har, tí fólk koma úr allari oynni til Skopun at arbeiða á virkinum, og tað komu eisini fólk úr Havn hvønn morgun.
Annars hava arbeiðsfólk verið úr nógvum londum, bæði úr Póllandi, Brasil, Filipsoyggjum, Malaysia og aðrastaðni frá.
– Tað var mangan, at eg ikki skilti nakað av tí, sum varð prátað, leggur Osmund Berg afturat.
Hann sigur, at nú verður roynt at fáa umboð fyri Als suður at kunna fólk um, hvørji rættindi, tey hava, og at fáa pappírsarbeiði í tí sambandi, frá hondini. Samstundis skal fólkið eisini hava uppsagnarskriv, og uppsagnartíðir, frá virkinum.
Flakavirkið í Skopun er endurreist fleiri ferðir og nú væntar Osmund Berg, at tað verður seinur dagur áðrenn tað letur upp aftur.
Skopunar Arbeiðsmannafelag hevur eisini sett pening í virkið meiri enn eina ferð og tilsamans hevur felagið mist minst tvær, tríggjar milliónir og nú væntar hann ikki, at tað verður stórvegis, felagið fær gjørt afturat fyri at varðveita virkið.
– Tað verður í hvussu so er ikki við tí stóra, leggur hann afturat.