Komandi sunnudagin eru nýggir tónar at hoyra í Nólsoy, tá nýggja kirkjuklokka í Nólsoyar kirkju verður tikin í brúk fyri fyrstu ferð.
Sune Hansen, ið er formaður í kirkjuráðnum í Nólsoy sigur, at nýggja klokkan kom til landið við Norrøna mánadagin, og avloysir aldargomlu klokkuna í bygdini.
- Gamla klokkan hevur verið í brúk síðani 1778, so sigast má, at hon hevur tænt fyri seg nú.
Nýggja klokkan er stoypt í norska býnum Tønsberg, meðan teknikkurin er gjørdur í Danmark.
Fyri nøkrum vikum síðani endurgav in.fo hesa hugleiðingina hjá Leif Hansen um gomlu klokkuna.
- Í morgin 10. apríl 2016 ringir klokkan í Nólsoyar kirkju fyri seinastu ferð. Hon hevur kallað til guðstænastu síðani 1778. Kanska elsta klokka í landinum. Slitaga hevur gjørt, at hon ikki er so hvøll longur. Er lot, hoyrist hon valla um bygdina. Við sínari fastu rútmu “kom í Guðs hús” hevur hon áleið 14500 ferðir kallað kirkjufólkið til guðstænastu. Umframt at hava ringt, tá børn vóru doypt uttanfyri kirkjutíð, til jarðarferðir, brúdleyp, messuboð, høgtíðsaftan og helt nógv aftrat.
-Kirkjuklokkan við sínari sermerktu ringing – bara í Mikladali verður ringt á sama hátt – takkar nú fyri seg. Hon ringdi fyrstuferð tá Nólsoyar Páll bara var 12 ára gamal, Napolion var 9 ára gamal og Beethoven bara var 8 ára gamal. Havnar kirkju stóð enn úti á Reyni.
- Klokkararnir hava verið trúfastir – fedrarnir úr Túni áttu kjansin uttan slit í meira enn 200 ár. Men altíð hava verið menn í bygdini, sum dugdu at ringja. Ja, í Nólsoy skuldi man duga at ringja. Tað skuldi venjast og ólukkan mátti ikki henda, at man misti og klokkan fór runt. Somuleiðis skuldi síðsta slagið verða EITT slag, og kúlvurin mátti ikki sláa í eftir tað.
- Í morgin endar tann uttan iva elsta siðvenja í Nólsoy. Og hvør veit, kanska tann elsta siðvenjan í Føroyum. Klokkan, sum Troschellcopp stoypti á sinni til Nolsø kirke, verður tikin niður og tagnar.
- Eitt ljós, sum nólsoyingar í 238 ár hava tvinnað saman við gleði og sorg.