Skulu fáa grind at eta á føroyskum matstovum
Vit skulu vera errin av okkara grindadrápi og ikki krógva tað burtur, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum
– Vit skulu ikki skammast av okkara grindadrápi og krógva tað burtur fyri umheiminum. Tvørturímóti skulu vit vera errin av tí. Vit skulu vera errin av, at vit gagnnýta okkara egna náttúruríkidømi burðardygt.
Tað heldur Ólavur Sjúrðargarð, formaður í Grindamannafelagnum.
Sum vit lósu í grein her á síðuni fyrr í morgun, ætlar Ólavur Sjúrðarberg, at Grindamannafelagið skal viðgera nógv umrødda spurningin um, at grind verður lýst til sølu.
Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tað er ógjørligt at forða fyri at grind verður seld. Men hann heldur eisini, at tað er ein spurningur um vit ikki eiga at gera nógv meiri burtur úr at kunna um grind sum matvøru og at gera hana atkomiliga hjá enn fleiri fólkum, eisini hjá ferðafólki.
Les eisini: Ógjørligt at forða fyri at grind verður seld
– Tað er ein spurningur um matstovur í Føroyum ikki skuldu fingið grind á matkortið, soleiðis at ferðafólk kundu fingið høvi til at smakka hendan serføroyska matin, heldur hann.
Hann heldur, at hetta kann vera ein máti at vísa umheiminum, hvat vit kunnu heysta úr Føroysku náttúruni. Og hann staðfestir, at tað er havið, sum er okkara kálgarður, tí her vit hava smáar møguleikar at liva av tí, vit kunnu dyrka á landi.
Hann vísir á, at í Íslandi og í Noregi hava summar matstovur tvøst á matkortinum, so at útlendingar fáa høvi at fáa ein smakk.
– Eg veit eisini, at tá ið útlendsk ferðafólk fara á matstovur í Føroyum, spyrja tey viðhvørt eftir grind, men tað fáa matstovurnar ikki borðreitt við.
Og Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tá ið Grindamannafelagið, seinni í ár, fer at viðgera spurningin um grind sum søluvøru, kann tað væl henda, at eitt tilmæli verður, at matstovur skulu kunnu fáa grind at hava á matkortinum.
Hann heldur eisini, at tað er nokk bara hugflogið sum setir mark fyri, hvørjar rættir, góðir kokkar kunnu fáa burtur úr tvøsti.










