Andstøðan í fíggjarnevndini hevur gjørt nógv burturúr, at fíggjarnevndin ikki hevur havt fundir í tíðarskeiðnum, meðan tingið ikki er saman í januar. Hvør er í grundini søgan í tí? Tingið er ikki saman, og tá hava nevndirnar vanliga ikki fundir – uttan so at áleikandi mál eru.
Fíggjarlógin fyri 2019 er samtykt. Samgongan hevur greitt fýra fíggjarlógir úr hondum. Føroyski búskapurin hevur tað so gott, sum nakrantíð. Stórt yvirskot á fíggjarlógini, fólkavøkstur og arbeiði til allar hendur. Láglønt og meðallønt hava fingið skattalætta, allir pensjónistar hava fingið munandi meira pening at ráða yvir hvønn mánað, barsilskipanin er nógv betri, eins og lestrarstuðulsskipanin er betri fyri lesandi og serliga lesandi við børnum, fleiri útbúgvingarmøguleikar eru, útbyggingar eru fyrireikaðar kring alt landið og so framvegis. Føroyar vaksa – og tað er gott!
Og so roynir andstøðan í fíggjarnevndini at gera tað til ein demokratiskan – ein fólkaræðisligan trupulleika, at fíggjarnevndin ikki hevur haft fund tríggjar tær fyrstu vikurnar í januar. Sum jú er púra vanligt, tá ið tingið ikki er saman. Ússalig er hon – andstøðan. Og noktar at møta á fundi við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, sum arbeiðir við broytingum í játtanarskipan landsins. Ein skipan, sum tað altíð hevur verið arbeitt við í semju millum allar flokkar. Hvat er hetta fyri tvætl?
Tað er púra vanligt, at nevndirnar ikki hava fundir, meðan tingið er heima – ikki uttan so, at akutt mál tekur seg upp. Tað er ikki eitt akutt mál, um formaðurin í fíggjarnevndini eitur Ruth Vang ella Bárður Nielsen. Fíggjarnevndin fer væntandi at arbeiða eins væl við Bárði sum formanni sum við Ruth. Einasti munurin verður, at tá samtykkir samgongan álitini frá minnilutanum í fíggjarnevndini heldur enn álitini frá meirilutanum.
Stóra arbeiðið, sum samgongan skal skipa fyri umvegis fíggjarnevndina, er fíggjarlógin fyri 2019. Og hon er væl og virðiliga úr hondum greidd – til frama fyri alt Føroya fólk.
Helena Dam á Neystabø,
formaður í tingbólki Javnaðarfloksins og limur í fíggjarnevndini