gott, ið Hinna hevur givið okkum øllum. Hvussu kunnu vit, ið kendu hana so væl, halda á fram við okkara lívi uttan hana á garðinum? Sera tómligt verður at koma heim og eingin Hinna fastir er í vindeyganum [...] farin inn um deyðans gátt. At eg ongantíð aftur skal kunna síggja og tosa við hana. Ongantíð aftur sita á bonkinum og bíða eftir, at hon var liðug at stákast og kom at seta seg. Henda sterka, sjálvstøðuga kvinna [...] síggja og virða tað góða í gerandisdegnum. Fyri 12 árum síðan møttust Hinna og Ludvík. Hesin dámligi maður bar ljós inn í heimið hjá Hinnu. Hinnu havi eg kent alt mítt lív. Tað var bara at klúgva upp um garðin
fáa troyst”. Brahms var bíbliukønur maður, sum sæst aftur í úrvalinum av bíbilsku tekstunum í teimum sjey satsunum. Brahms var protestantur og hevði tí ikki sama sýn á deyðan, helviti og dómadag, sum katólska [...] Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kór- og orkesturverkunum á skrá, nevniliga Ein deutsches Requiem eftir Johannes Brahms (1833-1897). Ein deutsches Requiem verður av mongum sæð sum høvuðsverkið [...] katólska trúgvin boðar. Brahms var hinvegin upptikin av spurninginum um endamálið við lívinum her á jørðini. Hetta kemur til sjóndar gjøgnum alt verkið. At deyðin er ein veruleiki og partur av lívinum, verður
Tað er av allar fagrasta veðri henda hósdagin. Niðri á havnarlagnum sæst ein hópur av stampum standa. Inni í einum rúmi stendur ein einsamallur maður og egnir hjá útróðrarbátinum Brynhild. Hann er um at [...] kláran, tí um lítla løtu fer Brynhild til útróðrar. Útróðrarmaðurin Albert Johannesen er komin oman á havnarlagið hesa løtuna. - Vit ætla okkum at fara vestureftir, sigur hann við Sosialin. 100 pund uppá [...] veðrinum hósdagin riggaðu teir til at fara enn ein túr. Streymurin var góður og veðrið tað sama. Teir vóru á seinasta túrinum dagin fyri, og var fiskiskapurin so nøkulunda henda dagin. - Hetta var fyrsti túrurin
allarhelst formaður Á fundin leygardagin verður Óli Holm allarhelst valdur til nðggjan formann í FSF. Tó ber til at útseta valið enn einaferð, men í løtuni er ikki nógv, ið bendir á tað, tí tað tykist sum [...] Sparikassa, og tískil ikki metti seg føran at røkja báðar formanssessirnar. Sama støða Formansvalið á aðalfundinum í februar bleiv útsett, tí fleiri feløg mettu tað verða óheppið, at eitt annað valevni [...] nevnliga Óli Holm. Formaðurin í VB, Johan Hendrik Holm, ið legði uppskotið um útsetan av formansvalið fram á aðalfundinum í februar, sigur seg ikki hava nakra viðmerking til støðuna, sum nú er, tí at hann er sonur
setti ljóskastaran á ætlanina at gera Hoyvíksgarð og økið har nærhendis til løgmanssæti. Vit hoyrdu umboð fyri andstøðuflokk gera gjøldur burtur úr hesi ætlan, meðan tingformaðurin á tignarligan hátt, og [...] hægsta embæti. Ja somikið av virðing, at tað átti at verið heilt náttúrligt eisini, at landsins hægsti maður, løgmaður, hevur sítt egna sersaka sæti tvs. bústað og móttøkuhøli. Føroyar megu vera ein av teimum [...] framtíðar bústaðurin hjá løgmonnum. Í orðaskiftinum, sum nú hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á, at verandi løgmansumsiting aftur hevur kveikt lív í málið, kom m.a. fram, at vit hava ikki ráð at fara
húðtuberkulosu. Hann byrjaði við hesum arbeiði í nøkrum barakkum á kommunusjúkrahúsinum í Keypmannahavn í 1896. Í 1901 varð ein deild skipað á Strandboulevarden í Keypmannahavn. Tað er henda deildin, sum í [...] føddur og virkaði ein part av tíðini og gjørdi kanningar, skuldi tað ikki eynast fyrr enn nú, eg gangi á 80. ári, segði Haldor Finsen í stuttari samrøðu við Sosialin, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar týskvøldið [...] til faðir mín, sum doyði, tá eg var bert átta ára gamal. Men hann kom at verða ein ógvuliga kendur maður, hvørs eyðkenni var, at hann ongantíð spardi seg sjálvan. Faðir var ótroyttiligur í virki sínum, hóast
burðardygga menning, einar 17 í tali bert seinastu 10 árini má ásannast, hóast framgongd á ymsum økjum, at langt er á mál. - Ómetaliga langt, tí sum sagt verður millum ST-limir: "Nógv mál - men fá úrslit" [...] stórur munur á áhugamálum. Vit hava nú seinastu tíðina sæð, hvussu ES-londini, Bretland og Frakland í ósemju hava rikið egin áhugamál í samband við Irak. Tá Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945 [...] tí eitt nátúrligt oddaland. Men hóast tað hevur víst seg, at stendur Evropeiska Samveldið sum ein maður, hevur hetta skapt respekt, og hini londini hava lurtað. At torført er at fremja mál, hóast samtyktir
sum eru í vinnu, sigur Ragnar. Hann vísir á, at tá ið Bakur og Stelkur fara úr Vigo, verður ein maður minni umborð, enn tá ið teir fara til fiskiskap. Skiparar á nýggju Beta-trolarunum verða Ólavur Samuelsen [...] Navnið, Bakur, er gamalt hjá Skipafelag Føroya, haðani Beta hevur sín uppruna. Stelkur var navnið á tí níggjunda Cuba-trolaranum, sum í sínari tíð varð seldur úr felagnum, tá ið skipini komu til landið [...] desember ? alt eftir, nær klárt er at loysa í Spaniu. Ragnar Olsen hjá Beta sigur, at útgerðin umborð á skipunum verður nú roynd. Spølini skulu trýstroynast, og vissa skal fáast fyri, at øll tann nautiska
stórt vónbrot. Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági er ein ógvuliga vónbrotin maður. Hann stillaði upp til løgtingsvalið týsdagin á tjóðveldislistanum í Suðuroy, men tað slapp hann ikki væl frá. Hann fekk ikki [...] sum heild. Hann vísir á, at í valskeiðnum, sum nú er farið, eru stórar útbyggingar í Suðuroynni lagdar til rættis, eitt nú miðnámsskúli í Vági, djúphavn í Vági, samferðsluhavn á Tvøroyri og tunnil ímillum [...] ikki meiri enn 82 atkvøður og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, hann fekk á valinum í 1998, tá ið hann eisini stillaði upp og fekk yvir hálvtannaðhundrað atkvøður. Sostatt kann Jógvan Krosslá ikki
nærum á jøvnum føti við mál og mentan hevur kunnað savnað okkum sum fólk, hevur kunnað fingið allar føroyingar - uttan mun til flokspolitiskan lit, trúgv ella annað ? til at staðið saman sum ein maður, er [...] her ikki minst millum virkin ítróttarfólk. Hesi orð hansara eiga tí at verða tikin í størsta álvara á rætta stað. Tað nyttar lítið ella einki, um nýggi landsliðsvenjarin ella fyri tað arbeiðsgevarar hansara [...] øra okkara land og tað vit liva av, fiskin. Fótbóltslandsliðið hevur verið við til at seta Føroyar á heimskortið, men tað hevur eisini verið við til at eggja ungdóminum til at brúka tíð og kreftir til