Hevur viðrað stak illa í ár

Tað hevur viðrað illa hjá útróðrarmonnum kring landið higartil í vetur.
Í Sørvági siga teir tað sama. Men í farnu viðraði umsíðir og hósdagin riggaði útróðrarbáturin Brynhild seg til nýggjan túr.

Tað er av allar fagrasta veðri henda hósdagin. Niðri á havnarlagnum sæst ein hópur av stampum standa.
Inni í einum rúmi stendur ein einsamallur maður og egnir hjá útróðrarbátinum Brynhild.
Hann er um at vera liðugur við henda stampin. Nú er tíð at fáa hann kláran, tí um lítla løtu fer Brynhild til útróðrar.
Útróðrarmaðurin Albert Johannesen er komin oman á havnarlagið hesa løtuna.
- Vit ætla okkum at fara vestureftir, sigur hann við Sosialin.

100 pund uppá stampin
Albert hevur róð út við Brynhild seinastu fimm árini. Árini hava sjálvandi verið ójøvn, - eisini hetta árið.
- Tað hevur viðrað sera illa í ár. Vit hava í roynd og veru ikki gjørt fleiri enn 12 túrar, slær Albert fast.
Í tí serstakliga góða veðrinum hósdagin riggaðu teir til at fara enn ein túr. Streymurin var góður og veðrið tað sama.
Teir vóru á seinasta túrinum dagin fyri, og var fiskiskapurin so nøkulunda henda dagin.
- Hetta var fyrsti túrurin í langa tíð, og høvdu vit góð 100 pund uppá stampin, sigur Albert stutt.

Nýggjar umstøður
Leygardagin kundu útróðrarmenn í Sørvági taka nýggju Egningarmiðstøðina í nýtslu.
Her er pláss fyri íalt níggju skúrum, har møguleiki er hjá 12 egnarum at verða samstundis. Hvør skúrurin hevur haraftrat eina frystigoymslu sum kann rúma 120 stampum. Harumframt eru wc og ein kantina í miðstøðini.
Fyri Albert og hinar umborð á Brynhild var hetta til mikið gagn og gleði. Nú kann ein veruliga tosa um umstøður til egning.
Umstøðurnar, sum teir hava havt tey seinastu árini, hava verið alt annað enn góðar. Teir hava í roynd og veru staðið og egnt í einum skúri uttan nakran hita, og hevur tað mangan verið strævið ta køldu ársins tíð.
- At fara niðan í teir nýggju skúrarnar er í øllum førum eitt stórt stig tann rætta vegin, sigur Albert.
Í nýggju Egningarmiðstøðini fáa útróðrarmenninir nú hvør sítt frystirúm, ístaðin fyri sum áður at skula flyta stamparnar yvir í eina stóra frystigoymslu í sama bygningi.

Tíma illa at egna
Eitt er útróðurin. Annað er at fáa fólk at egna fyri seg. Hetta hevur verið ein trupulleiki hjá Brynhild.
Teir fáa nógv fyri hvønn egndan stamp, men tað tykist vera ógjørligt at fáa nóg mikið av egnarum.
- Tað vísir seg at teir tíma ikki allíkavæl, sigur Albert.
Hjá Brynhild hava tað í størstan mun verið ungir dreingir sum hava egnt, meðan útróðrarmenn í til dømis Klaksvík høvdu klárað seg illa uttan teir góðu og gomlu egnararnar.


Fisk um veturin – ferðafólk um summarið
Nú fer útróðrarárið hjá Brynhild skjótt at vera av á hesum sinni.
Hetta merkir kortini ikki at teir leggja stilt, til útróðurin verður tikin uppaftur seinni í heyst.
Brynhild fer nevniliga at sigla við ferðafólki til Mykinesar, tá summarsiglingin hjá Strandferðsluni til vestastu oyggj okkara byrjar 1. mai.
Henda siglingin varir alt summarið og fram til 31. august.