Einum samdum ES verður lurtað eftir í ST

Árliga verða í Trygdarráðnum gjørdar einar 80 samtyktir, sum eru tengdar at friði. Ikki færri enn 30 av hesum ganga afur á hvørjum ári. - Serliga áhugamál og samskifti millum lond gera, at lættari er at fáa tær á pappírið enn at fremja tær í verki.

Tá ikki færri enn 191 limalond í ST skulu geva til kennar teirra støðu til so mong mál og viðurskifti, samstundis sum tey eru við til at avgera so mangar lagnur, sigur tað seg sjálvt, at drúgvt arbeiði og dygt diplomatiskt tev skal til.
Skulu 15 lond í Trygdarráðnum semjast um mál av týdningi fyri heimsfriðin og forða fyri, at álopsætlanir ikki verða framdar í verki, er gott at hava ávís felagsmál. - Skal ein samtykt veruliga hava ávirkan og virka við megi í Trygdarráðnum, er umráðandi, at samtyktin er einmæld, ella so gott sum einmæld. - Sjálvandi alt eftir hvønn serstakan týdning hon hevur.

Eitt sterkt Evropa
Sum fyrr nevnt, er USA nógv sterkasti limurin í ST og hevur meira enn helm~ingin av vápna- og hermegini. Landið er tí eitt nátúrligt oddaland. Men hóast tað hevur víst seg, at stendur Evropeiska Samveldið sum ein maður, hevur hetta skapt respekt, og hini londini hava lurtað.
At torført er at fremja mál, hóast samtyktir, er sjón fyri søgn.
Árliga verða í Trygdarráðnum gjørdar einar 80 samtyktir, sum tengdar eru at friði. Av hesum ganga meiri enn 30 aftur árliga, tí hóast hetta eru samtyktir, er eitt og annað sum forðar fyri, at tær verða framdar. Tað kunnu vera samskifti millum ávís lond. Serlig áhugamál millum londini gera seg eisini galdandi.
Sum so ofta verður sagt, er tað so ómetaliga nógv lættari at fáa nakað niður á pappírið, enn at fáa málið framt í verki.

Nógv mál + fá úrslit
Hyggja vit at ráðsstevnum, sum hava verið í navni Sameindu Tjóða um eitt nú mannarættindi, útbúgvingar, fremmandahatur, mannarættindi til bústað, burðardygga menning, einar 17 í tali bert seinastu 10 árini má ásannast, hóast framgongd á ymsum økjum, at langt er á mál. - Ómetaliga langt, tí sum sagt verður millum ST-limir: "Nógv mál - men fá úrslit".

Nøkur frambrot
Eisini er trupult at fáa londini at játta meiri pening til tilafturskomin lond, sum møguliga kundu givið aftur til heimssamfelagið, um menningin varð meiri opinber.
Í dag síggja vit eitt nú, at privatu íløgurnar í Kina frá kapitalistiskum londum sum t.d. USA, Taiwan, Hongkong og øðrum, hava gjørt, at Kina nú letur pening til triðja heimin.

Víðfevnd friðarvarðveitandi átøk
At fáa Evropeiska Samveldið samt, úr norði í suður, hevur eisini víst seg at verið trupult. - Eisini í hesum risa-felagsskapi er so stórur munur á áhugamálum.
Vit hava nú seinastu tíðina sæð, hvussu ES-londini, Bretland og Frakland í ósemju hava rikið egin áhugamál í samband við Irak.
Tá Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, hevði eingin roknað við, at so stór orka, sum seinastu árini hevur verið brúkt, fór til friðarvarðveitandi átøk, vápna-og hermegi.
Tað er tí umráðandi, at lond innan felsgsskapin - so mong sum gjørligt - finna saman í størri og færri bólkum.
Her hevur seinastu árini verið tikið fram av limalondum í ST, at tað Evropeiska Samveldið stendur samt, verður lurtað, og tala tey við eini rødd, fáast fleiri mál framd í Sameindu Tjóðum.