Hesi orðini eigur ein av ítróttarskrivarum okkara, Jóannes Hansen, sum nú í mong ár hevur fylgt fótbóltslandsliðnum og hvørs greinar og analysur standa høgt í metum millum manna og her ikki minst millum virkin ítróttarfólk. Hesi orð hansara eiga tí at verða tikin í størsta álvara á rætta stað. Tað nyttar lítið ella einki, um nýggi landsliðsvenjarin ella fyri tað arbeiðsgevarar hansara í FSF venda deyva oyrað til.
Nú nettupp fótbólturin tykist hava fingið so stóran týdning fyri tann føroyska samleikan, har hesin nærum á jøvnum føti við mál og mentan hevur kunnað savnað okkum sum fólk, hevur kunnað fingið allar føroyingar - uttan mun til flokspolitiskan lit, trúgv ella annað ? til at staðið saman sum ein maður, er greitt, at hesi orðini hjá einum av okkara frægastu ítróttarviðmerkjarum eiga at verða tikin í ramasta álvara, serstakliga millum teirra, sum vara av fótbóltinum og hava átikið sær ta stóru ábyrgd hetta er ? ikki bert fyri tey fótbóltsáhugaðu men fyri alt Føroya land.
Tað er eingin loyna, at síðani føroyingar fóru uppí altjóða fótbólt, hevur hesin verið við til at marknaðarføra okkara land og tað vit liva av, fiskin. Fótbóltslandsliðið hevur verið við til at seta Føroyar á heimskortið, men tað hevur eisini verið við til at eggja ungdóminum til at brúka tíð og kreftir til hetta sunna frítíðarítrivið.
At vit nú hava fingið ein landsliðsvenjara, sum ikki tykist at taka uppgávu sína í nóg stórum álvara, er eitt alvorligt mál, ikki bert fyri hann, men eisini fyri leiðsluna í FSF og í síðsta enda fyri leiðsluna í ÍSF. Hava vit ráð til at hava ein landsliðsvenjara, sum eftir øllum at døma ikki tykist at taka uppgávu sína meira alvorliga enn hann ger í løtuni? Vit skulu um stutta tíð møta varaheimsmeistarunum í fótbólti, og hetta er einki minni enn ein sensatión fyri ikki bert føroyskan fótbólt men eisini fyri okkara lítlu tjóð sum so. Eitt heiðurligt úrslit vil hava stóran týdning fyri Føroyar. Og eitt heiðurslit úrslit fæst bert, um teir, sum skulu standa á odda, taka uppgávuna í fullum álvara. Tað kunnu teir neyvan gera, tá enn einki stig er tikið til at finna og savna spælararnar. At landsliðsvenjarin ikki hevur sæð nakran av dystunum í seinastuni, og at hann ikki hevur sett nakra fyrireiking í gongd til komandi stórdystin móti Týskalandi, er bæði ein gáta og ein skandala. Vit hava áður á hesum stað appelerað til landsstýrið um at útvega eina serstaka játtan til landsliðið til eina optimala fyrireiking til dystin móti Týsklandi, men hava helst skrivað fyri deyvum oyrum. Men hvussu skal tað vera, tá landsliðsvenjarin ikki letur hoyra frá sær. Og spurningurin er, hvat leiðslan í FSF sigur til hetta. Kann hon bara standa og hyggja at, meðan einki hendir. Her má okkurt henda beinanvegin, ella má hetta málið fáa avleiðingar fyri tey, ið ábyrgdina hava.
Sosialurin