Sonur Finsen vitjaði í Føroyum í 1976: Pápi helt ikki nógv um seg sjálvan

?men kendi sítt virði. Hetta skoðsmál gevur Haldor Finsen, sonur tann heimskenda læknan og vísindamannin, Niels R. Finsen, faðir sínum. Haldor Finsen vitjaði í Føroyum saman við konuni Marthu í august 1976, og Sosialurin hitti tey:

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI


? Hóast eg leingi havi ynskt at komið til Føroyar, har faðir mín var føddur og virkaði ein part av tíðini og gjørdi kanningar, skuldi tað ikki eynast fyrr enn nú, eg gangi á 80. ári, segði Haldor Finsen í stuttari samrøðu við Sosialin, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar týskvøldið.

Haldor Finsen verður 80 ár 12. september. Og sunnudagin hava konan og hann gullbrúdleyp.

? Hava tit hug at fara, so gerið endiliga tað. Vit skulu rinda ferðakostnaðin, søgdu børnini hjá okkum, og sjálvandi tóku vit av. Vit hava nú verið í Føroyum í eina viku.

Minnist ikki nógv

? Eg minnist ikki nógv til faðir mín, sum doyði, tá eg var bert átta ára gamal. Men hann kom at verða ein ógvuliga kendur maður, hvørs eyðkenni var, at hann ongantíð spardi seg sjálvan. Faðir var ótroyttiligur í virki sínum, hóast hann tey seinastu 10 árini at kalla var deyðasjúkur og viðhvørt mátti sita í koyristóli, sigur Haldor Finsen.

Niels Ryberg Finsen varð føddur í Føroyum í 1860. Faðir hansara var Hannes Steingrim Finsen, sum var fúti og seinni amtmaður. Tað var Niels R. Finsen, sum kom eftir, at ljósstrálur kunnu lekja fólk, og sum tann fyrsti í heiminum skrivaði hann ritgerð um hetta framstig í læknavísindini. Størstan týdning fekk viðgerð hansara av húðtuberkulosu. Hann byrjaði við hesum arbeiði í nøkrum barakkum á kommunusjúkrahúsinum í Keypmannahavn í 1896. Í 1901 varð ein deild skipað á Strandboulevarden í Keypmannahavn. Tað er henda deildin, sum í dag gongur undir navninum Finsens Medicinske Institut, ella bert Finsens-instituttet, sum er ein sjálveigandi stovnur.

Orðafelli

Haldor Finsen nevnir fleiri orðafelli, sum pápi hansara plagdi at brúka.

Tað var ymiskt, sum fólk søgdu um faðir, havi eg skilt aftan á deyða hansara. Hann tók studentsprógv í Íslandi, og tað var sagt, at honum tørvaði evni og orku...?

? Hvat síðani er hent, veit eg ikki, men faðir spardi ongantíð seg sjálvan, og tað var sagt, at hansara menniskjansligu eginleikar vóru framúr. Hann helt ikki nógv um seg sjálvan, men kendi sítt virði. Eitt orðafelli, sum Finsen nýtti, var: Den lever godt, som lever skjult.

Haldor Finsen nevnir eisini dømi um, tá faðir hansara var vorðin kendur.

? Ein japanari, sum var staddur í Kina, sat og blaðaði í einari danskari bók. Tá var hann spurdur, um hann kendi nakað til Danmark ella danskt mál. Japanarin svaraði, at hann kendi einki til landið, men nøvnini H. C. Andersen og Niels R. Finsen hevði hann hoyrt um.

Eisini lækni

Haldor Finsen minnist, tá faðir hansara fekk Nobelheiðurslønina í 1903.

? Tað var eitt ár, áðrenn hann doyði. Eg avgjørdi at verða lækni, og tað havi eg verið í næstan 50 ár, sigur hann.

Haldor Finsen hevur starvast sum lækni síðani 1925 og hevur verið í sama arbeiðsplássi í 45 ár. Eitt skifti starvaðist hann eisini á Finsens-stovninum í Keypmannahavn.