ikki ein maður, sum ger serliga nógv fyri at vera sjónligur í danska listaheiminum. Í sínum egna heimi hevur hann eitt, hann kalllar verkstað sítt, har ung listafólk fáa undirvísing og vegleiðing um, hvussu [...] Umframt tekningar, málningar, akvarellir og grafikk hevur hann eisini gjørt fleiri skulpturar og ein altarvegg. Ein av skulpturum hansara er springvatnið framman fyri Nimb í Tivoli í Keypmannahavn. Á framsýningini [...] rumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina
Hann var raskur at rósa, men hann var líka greiður og kontantur, tá ið eitthvørt var, sum honum ikki hóvaði, ella sum hann helt átti at verið øðrvísi. Soleiðis var hann, líka til tað síðsta. Ein slóðari [...] Fyri føroyskan flogbólt var Herman Lindberg ein av hesum eldsálum og hartil var Herman ein slóðari. Stovnaði Flogbóltsfelagið Fleyr Herman Lindberg kemur aftur til Føroyar miðskeiðis í 1970 árunum. Hann [...] Fleyr'ari um ein háls, var Herman víðskygdur sum fáur, og øll feløg og allir leikarar fingu ágóðan av hansara visjónum og arbeiði. Hann var meira enn Fleyr. Nógv meira. Sum vera man, var Herman ikki líka
alstóran týdning fyri samfelagið. Ein undirboðskapur í røðuni var fyribrigdið »at vilja gera mun«, sum altíð hevur ført føroyska samfelagið støðugt fram á leið, og ein spurningur, sum komandi árið eigur [...] inngangur var frammanundan, sum kundi fanga lurtaran. Av og á legði løgmaður skeivt trýst á orðini, sum gjørdi, at meinginin broyttist ella hvarv, men hetta eru smáting. Skoðsmál: Alt í alt ein sera djørv [...] Nýggjársrøðan hjá løgmanni er ikki ein politisk røða. Endamálið við henni er, at løgmaður skal fevna og savna tjóðina, tá farið verður inn í eitt nýtt ár. Løgmaður skal við hetta serliga høvið prógva, at hann
gloymir ein sangara. Meðan vit bíða eftir Hanusi Longu í næsta lagi var Karl Martin eitt sindur betur við, tó uttan at fullkomiliga sannføra. Fyri áskoðararnar, ið bíðaðu eftir Hanusi, var hetta sum ein skál [...] Heinesen orðini til. Hæddarpunktið var Hoyrdi tú havsins andalag . Her var Aldubáran veruliga í essinum. Í næst seinasta lagnum fekk Anna Maria endiliga víst, at hon er ein góð songkvinna. Hon sang veruliga [...] konsertini var bygdur upp, sum ein ferð inn í heimin hjá nøkrum av okkara skøldum, men gjørdist ongantíð meira enn ein ferðafrásøgn.Tað er ikki lætt at skula hita upp fyri Hanus. Eg haldi, at hetta eru sera
bein brotnað, og tað var gliðið niður í hælin. Á fyrstu røntgenmyndunum var tað ógjørligt at síggja hetta brotið, men nú var tað eyðsýnt, at hetta lítla beinið var syndarin. Beinpettið hevði sett seg á eitt [...] og tað var greitt beinanvegin, at hann hevði fingið dyggan snudd í fótin. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gav ein kanning sama kvøld einki boð um, hvat var hent. Allan Joensen var sendur heim og var biðin um [...] men tað gingu bara 10 dagar, so var aftur galið. Hælsinan var ikki nóg væl fest, og hon varð slitnað aftur. Síðani var Allan aftur lagdur undir skurð, og hesaferð var tað annar av føroysku læknunum, sum
– Fullveldi er ikki ein nationaromantiskur dreymur, men ein beinhørð og ófrávíkilig realpolitisk kós, sigur Ingolf S. Olsen, sum um góða viku má víkja av tingi. – So var hesin kapittulin liðugur. Eitt [...] til Ingolf Olsen, so leingi Magni Arge hevur farloyvi. – Hetta hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð saman við góðum fólki. Eg hevði ein lítlan dreym um at sleppa at vera við í arbeiðnum at nýskipa [...] Tjóðveldi – eg komi júst haðani, so eg skuldi vita tað :) – Og tað livir ikki bert sum ein nasjonalromantiskur dreymur, men sum ein beinhørð og ófrávíkilig realpolitisk kós, verið øll vís í tí, sigur maðurin, sum
tað var tørvur fyri tí. Hetta var ein sosialráðgevi, ið m.a. hevði arbeitt í Kriminalforsorgini í Grønlandi. Hann var her í 2 ár og kom til tað niðurstøðu, at arbeiði var til eitt fólk. Starvið var lýst [...] millumgongukona. Fór at tosa við Martin. Avtalað var, at hann kom í varðhaldið at tosa við Brian. Jú hann gjørdi av, at taka Brian við sær. Hetta var av sonnum ein góður dagur í Krimunalforsorgini. Men stutt [...] lýst til setan 1. mai 1976. Undirritaða var sett í starvið - fyrstu árini einsamøll, seinni kom ein skrivari og seinastu 10 árini hevur harumframt verið ein fulltrúi, ið er sosialráðgevi. Í dag arbeiða 4
málverjan. Tað var ein meginregla í dystinum, at liðini høvdu trupult við at spæla sær til upplagdar málmøguleikar, og tá ið nærkast málfeltinum, vóru liðini lítið avgjørd. Hetta var ein dystur við sera [...] hinvegin. Hetta gav teimum ein góðan málmøguleika miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið TB slapp at leypa á við tveimum leikarum ímóti einum B36-verjuleikara. Odmar Færø tuskaði tó væl aftur og við góðari plasering [...] Leygardagin var B36 annað vikuskiftið á rað í Suðuroy, har teir hesaferð vóru gestir hjá TB við Stórá í Trongisvági. B36 var framvegis nakað skert. Jákup á Borg sat uttanfyri við leikbanni, Høgni Eysturoy
leiðari á Barnaverndartænastuni og Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur løgdu fram. Uppmøtingin var heilt góð, og nógv ítróttar- og frítíðarfeløg vóru umboðað, tá sjóneykan varð sett á, hvønn leiklut sjálvbodnir [...] og at hava fyrimyndir at spegla sær í, og í júst hesum hava venjarar og leiðarar ein stóran og týðandi leiklut. Eftir hetta greiddi Tonja Sonhardsdóttir frá, hvussu farast skal fram, tá illgruni ella vitan [...] og tey, sum í gerandisdegnum eru um børnini og tey ungu. Eftir framløgurnar bjóðaði Soli deo Gloria ein drekkamunn, og har nýttu fleiri høvið at seta spurningar. Áhoyrararnir vístu stóran áhuga fyri at vita
eitt av forvitnisligu tiltøkunum á skránni er ein stuttur línutúrur við Sandshavinum í dag. Men, fyri løtu síðan, tá In.fo hitti skiparan, Eyðvar Petersen, var ivasamt, um túrurin verður gjørdur nú á middegi [...] Vit mugu bara síggja, hvussu veðrið lagar seg. Ein slíkur túrur, har bæði menn, kvinnur og børn eru við, hevði sjálvandi verið bestur, um líkindini vóru góð, sigur Eyðvarur Petersen, skipari. [...] verið stórur áhugi fyri hesum túri. Eini 60-70 fólk hava teknað seg, bæði menn, kvinnur og børn. Hetta eru fólk úr Sandoynni, men eisini úr øðrum oyggjum og bygdum norðanfyri Skopunarfjørð, eitt nú úr